Heðin Magni Kristin Súni Klein (* 28.
februar">28. februar 1950 við Gjógv) lærari, yrkjari og politikari. Heðin var føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn í 1950, vaks upp við Gjógv. Hann fór til Havnar at ganga í skúla 15-ára gamal og tók læraraprógv í 1972. Heðin hevur í mong ár starvast sum lærari, fyrst á Sandoyar Meginskúla 1972-1983, flutti síðan til Havnar, har hann var lærari á Eysturskúlanum frá 1983 til 1998. Frá 1998 til 2004 starvaðist hann sum dagligur leiðari í Føroya Skúlabókagrunni (Nám), síðan 2004 hevur hann aftur starvast sum lærari í Eysturskúlanum. Heðin hevur verið virkin innan mong øki. Hann hevur sitið í bygdaráði, á løgtingi og í landsstýrinum umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hann hevur verið í nevndini og verið formaður í Norrøna Felagnum í Føroyum, í nevndini fyri Skúlabókagrunnin og í nevndini og formaður fyri Rithøvundafelagið (1994-97 og 2006-07). Heðin hevur skrivað og givið út nøkur yrkingarsøvn. Eisini hevur hann lagt útgávur til rættis, týtt og ummælt. Í sínum yrkingum lýsir og viðger Heðin m.a. náttúruna, mannalyndi og eksistensiellar spurningar. Yrkingin Onkuntíð er úr savninum „Væmingar og vaggandi gjálv,“ sum kom út í 1969. Summar yrkingar hansara eru tolkaðar á øðrum málum, eitt nú á íslendskum, nýnorskum, donskum, enskum, týskum, svenskum, russiskum, finskum, italskum og serbo-kroatiskum.
Heðin M. Klein | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 28. feb 1950 í/á Tórshavn |
Alma mater | Føroya Læraraskúli |
Starv | politikari, yrkjari, týðari, lærari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti | |
VIAF | 293256341 |
LCAuth | n2013074673 |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Heðin M. Klein, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.