Føroya Landsstýri - ella í dagligari talu bara Landsstýrið, kallast føroyska stjórnin.
Landsstýrið er hægsti umsitingarligi myndugleiki í Føroyum. Sambært lóg um stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi á ólavsøku 1995, er lóggávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtingi og løgmanni í felag. Landsstýrismenn og -kvinnur hava ymisk málsøki undir sær og eru ovasti myndugleiki í aðalráðunum. Eitt sindur ymiskt er frá einum landsstýri til annað, júst hvussu málsøkini verða býtt og talið á aðalráðum kann eisini broytast. Onkuntíð verða ráð løgd saman og onkuntíð verður eitt aðalráð býtt sundur í tvey, sum tað t.d. hendi í 2008, tá Almanna- og Heilsumálaráðið fóru sundur í Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Ovasti landsstýrismaðurin, sum er leiðari fyri landsstýrið, kallast Løgmaður, hann hevur skrivstovu á Løgmansskrivstovuni úti á Tinganesi.
Í 2008 til 2011 vóru níggju aðalráð, tey vóru hesi:
Tá kvinnur eru landstýrisfólk verða tær oftast umrøddar í kvennkyn sum Landstýriskvinna í t.d. almannamálum.
Tíðarskeið | Samgonga | Flokkar |
---|---|---|
1948–1950 | Stjórnin hjá Andrassi Samuelsen | SB, JF, SF |
1950–1954 | Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus I | FF, SB |
1954–1959 | Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus II | FF, SB, SF |
1959–1963 | Stjórnin hjá Peter Mohr Dam I | SB, JF, SF |
1963–1967 | Stjórnin hjá Hákuni Djurhuus | FF, SF, TF, FB |
1967–1968 | Stjórnin hjá Peter Mohr Dam II | SB, JF, SF |
1968–1970 | Stjórnin hjá Kristiani Djurhuus III | SB, JF, SF |
1970–1975 | Stjórnin hjá Atla Dam I | SB, JF, SF |
1975–1979 | Stjórnin hjá Atla Dam II | FF, JF, TF |
1979–1981 | Stjórnin hjá Atla Dam III | FF, JF, TF |
1981–1985 | Stjórnin hjá Paula Ellefsen | FF, SB, SF |
1985–1988 | Stjórnin hjá Atla Dam IV | JF, SF, TF, KrF |
1988–1989 | Stjórnin hjá Atla Dam V | JF, SF, TF, FrF |
1989 | Stjórnin hjá Jógvani Sundstein I | FF, SF, TF, KrF |
1989–1991 | Stjórnin hjá Jógvani Sundstein II | FF, SB, TF |
1991–1993 | Stjórnin hjá Atla Dam VI | FF, JF |
1993–1994 | Stjórnin hjá Maritu Petersen | JF, TF, SF |
1994–1996 | Stjórnin hjá Edmundi Joensen I | SB, JF, SF, VMF |
1996–1998 | Stjórnin hjá Edmundi Joensen II | FF, SB, SF, VMF |
1998–2002 | Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg I | FF, SF, TF |
2002–2004 | Stjórnin hjá Anfinni Kallsberg II | FF, SF, TF, MF |
2004–2008 | Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I | FF, SB, JF |
2008 | Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard II | JF, T, MF |
2008–2011 | Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen I | FF, SB, JF |
2011– | Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen II | FF, SB, SF, MF |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Føroya Landsstýri, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.