Ballon D'or

Ballon d'Or (Tann Gylti Bólturin) og ofta nevndur sum Ársins evropeiski fótbóltsleikari, var ein árligur fótbóltsvirðisløn, sum varð latin til tann leikaran ið fekk flestar atkvøður um at hava verið besti fótbóltsleikarin í einum kalendaraári.

Tað var ábyrgdarblaðstjórin á France Football, Gabriel Hanot, ið fann uppá henda prísin, tá hann bað sínar starvsfelagar um at atkvøða fyri tí besta fótbóltsleikaranum í Evropa í 1956. Fyrsti vinnarin gjørdist Stanley Matthews frá FC Blackpool. Virðislønin varð latin frá 1956 til 2009.

Ballon D'or
Ballon d'Or frá ár 2000, sum Figo vann

Upprunaliga kundu ítróttajournalistarnir bert geva sínar atkvøður til evropeiskir leikarar, sum spældu í evropeiskum feløgum, sum eisini hevði tað avleiðing, at leikarar sum Diego Maradona (sum spældi fótbólt í einum evropeiskum felag, men ikki var evropeari) og Pelé (ið hvørki spældi í ella var úr Evropa) ikki kundi vinna heiðurslønina. Ein broyting í reglunum í 1995, førdi til at ikki-evropeiskir leikarar, fingu møguleika at vinna heiðurin, um teir spældu við einum evropeiskum felag. Tann fyrsti ikki-evropeiski leikarin, ið vann virðislønina var George Weah úr Liberia, ið spældi við A.C. Milan tað árið. Í 2007 fingu allir leikarar í heiminum møguleika at vinna virðislønina, og talið av journalistum ið høvdu atkvøðurætt vaks eisini; 96 journalistar úr øllum heiminum valdu teirra topp-5 leikarar, í mun til árið fyri, tá ið 52 evropeiskir journalistar atkvøddu.

Tríggir leikarar hava vunnið virðislønina tríggjar ferðir: Johan Cruyff, Michel Platini og Marco van Basten. Platini er tann einasti leikarin, ið hevur vunnið virðislønina trý ár á rað, tá hann vann prísin frá 1983 til 1985. Ronaldo gjørdist í 1997 tann fyrsti brasilski leikarin, ið vann prísin, eftir at ikki-evropeiskir leikarar fingu høvi til at vinna.

Við sjey í part eru tað týskir og niðurlendskir leikarar, ið hava vunnið gullbóltin hjá franska tíðarritinum flestar ferðir. Tey italsku feløgini Juventus og Milan hava vunnið flest heitið; seks leikarar hava vunnið 8 virðislønir, meðan teir hava spælt við hesi feløg. Tann síðsti ið vann gullbóltin var Lionel Messi, hann var tann triði argentinarin, ið vann heiðurin, men tann fyrsti argentinski statsborgarin.

Í 2010 vóru Ballon d'Or FIFA World Player of the Year hjá monnunum sligin saman til eina virðisløn, og heimsins besti mannligi fótbóltsleikarin hevur síðan vunnið FIFA Ballon d'Or hvørt ár. UEFA upprættaði í 2011 UEFA Ársins leikari í Evropa-virðislønina.

Listi yvir virðirslønamóttakarar

Ballon D'or 
Alfredo Di Stéfano (vinnari 1957 og 1959)
Ballon D'or 
Gerd Müller (vinnari 1970)
Ballon D'or 
Johan Cruyff (vinnari 1971, 1973 og 1974)
Ballon D'or 
Franz Beckenbauer (vinnari 1972 og 1976)
Ballon D'or 
Kevin Keegan (vinnari 1978 og 1979)
Ballon D'or 
Karl-Heinz Rummenigge (vinnari 1980 og 1981)
Ballon D'or 
Michel Platini (Vinnari 1983–1985)
Ballon D'or 
Marco van Basten (vinnari 1988, 1989 og 1992)
Ballon D'or 
Ronaldo (vinnari 1997 og 2002) var í 1997 tann yngsti vinnarin
  • Ár: Árið, ið leikarin varð heiðraður
  • Navn: Navnið á fótbóltsleikaranum
  • Tjóðskapur: Tjóðskapurin hjá vinnandi leikaranum
  • Felag: Felagið, har tann heiðraði leikarin var aktivur. Tá ein leikari hevur spælt fyri fleiri feløg, verður tað fyrsta felagið nevnt.
  • Annaðpláss og Triðjapláss: Leikarar, ið vóru á øðrum og triðjaplássi.
  • Grøn markering: Grøn markering vísir, at leikarin sama árið varð kosin FIFA World Player of the Year, hesin heiðurin varð latin árini 1991 til 2009.
Ár Navn Tjóðskapur Felag Annaðpláss Triðjapláss
1956 Stanley Matthews Ballon D'or  Ongland FC Blackpool Ballon D'or  Alfredo Di Stéfano Ballon D'or  Raymond Kopa
1957 Alfredo Di Stéfano Ballon D'or  Spania Real Madrid Ballon D'or  Billy Wright Ballon D'or  Duncan Edwards
Ballon D'or  Raymond Kopa
1958 Raymond Kopa Ballon D'or  Frakland Real Madrid Ballon D'or  Helmut Rahn Ballon D'or  Just Fontaine
1959 Alfredo Di Stéfano Ballon D'or  Spania Real Madrid Ballon D'or  Raymond Kopa Ballon D'or  John Charles
1960 Luis Suárez Miramontes Ballon D'or  Spania FC Barcelona Ballon D'or  Ferenc Puskás Ballon D'or  Uwe Seeler
1961 Omar Sívori Ballon D'or  Italia Juventus F.C. Ballon D'or  Luis Suárez Ballon D'or  Johnny Haynes
1962 Josef Masopust Ballon D'or  Kekkoslovakia Dukla Prag Ballon D'or  Eusébio Ballon D'or  Karl-Heinz Schnellinger
1963 Lew Jaschin Ballon D'or  Sovjetsamveldið Dynamo Moskau Ballon D'or  Gianni Rivera Ballon D'or  Jimmy Greaves
1964 Denis Law Ballon D'or  Skotland Manchester United Ballon D'or  Luis Suárez Ballon D'or  Amancio Amaro Varela
1965 Eusébio Ballon D'or  Portugal Benfica Lissabon Ballon D'or  Giacinto Facchetti Ballon D'or  Luis Suárez
1966 Bobby Charlton Ballon D'or  Ongland Manchester United Ballon D'or  Portugal Eusébio Ballon D'or  Franz Beckenbauer
1967 Flórián Albert Ballon D'or  Ungarn Ferencváros Budapest Ballon D'or  Bobby Charlton Ballon D'or  Jimmy Johnstone
1968 George Best Ballon D'or  Norðurírland Manchester United Ballon D'or  Bobby Charlton Ballon D'or  Dragan Džajić
1969 Gianni Rivera Ballon D'or  Italia AC Mailand Ballon D'or  Luigi Riva Ballon D'or  Gerd Müller
1970 Gerd Müller Ballon D'or  Týskland FC Bayern München Ballon D'or  Bobby Moore Ballon D'or  Luigi Riva
1971 Johan Cruyff Ballon D'or  Niðurlond Ajax Amsterdam Ballon D'or  Sandro Mazzola Ballon D'or  George Best
1972 Franz Beckenbauer Ballon D'or  Týskland FC Bayern München Ballon D'or  Gerd Müller og
Ballon D'or  Günter Netzer
1973 Johan Cruyff Ballon D'or  Niðurlond Ajax Amsterdam
FC Barcelona
Ballon D'or  Dino Zoff Ballon D'or  Gerd Müller
1974 Johan Cruyff Ballon D'or  Niðurlond FC Barcelona Ballon D'or  Franz Beckenbauer Ballon D'or  Kazimierz Deyna
1975 Oleg Blokhin Ballon D'or  Sovjetsamveldið Dynamo Kiew Ballon D'or  Franz Beckenbauer Ballon D'or  Johan Cruyff
1976 Franz Beckenbauer Ballon D'or  Týskland FC Bayern München Ballon D'or  Rob Rensenbrink Ballon D'or  Ivo Viktor
1977 Allan Simonsen Ballon D'or  Danmark Borussia Mönchengladbach Ballon D'or  Kevin Keegan Ballon D'or  Michel Platini
1978 Kevin Keegan Ballon D'or  Ongland Hamburger SV Ballon D'or  Hans Krankl Ballon D'or  Rob Rensenbrink
1979 Kevin Keegan Ballon D'or  Ongland Hamburger SV Ballon D'or  Karl-Heinz Rummenigge Ballon D'or  Ruud Krol
1980 Karl-Heinz Rummenigge Ballon D'or  Týskland FC Bayern München Ballon D'or  Bernd Schuster Ballon D'or  Michel Platini
1981 Karl-Heinz Rummenigge Ballon D'or  Týskland FC Bayern München Ballon D'or  Paul Breitner Ballon D'or  Bernd Schuster
1982 Paolo Rossi Ballon D'or  Italia Juventus F.C. Ballon D'or  Alain Giresse Ballon D'or  Zbigniew Boniek
1983 Michel Platini Ballon D'or  Frakland Juventus F.C. Ballon D'or  Kenny Dalglish Ballon D'or  Allan Simonsen
1984 Michel Platini Ballon D'or  Frakland Juventus F.C. Ballon D'or  Jean Tigana Ballon D'or  Preben Elkjær Larsen
1985 Michel Platini Ballon D'or  Frakland Juventus F.C. Ballon D'or  Preben Elkjær Larsen Ballon D'or  Bernd Schuster
1986 Igor Belanow

Ballon D'or  Sovjetsamveldið

Dynamo Kiew Ballon D'or  Gary Lineker Ballon D'or  Emilio Butragueño
1987 Ruud Gullit Ballon D'or  Niðurlond PSV Eindhoven
AC Mailand
Ballon D'or  Paulo Futre Ballon D'or  Emilio Butragueño
1988 Marco van Basten Ballon D'or  Niðurlond AC Mailand Ballon D'or  Ruud Gullit Ballon D'or  Frank Rijkaard
1989 Marco van Basten Ballon D'or  Niðurlond AC Mailand Ballon D'or  Franco Baresi Ballon D'or  Frank Rijkaard
1990 Lothar Matthäus Ballon D'or  Týskland Inter Mailand Ballon D'or  Salvatore Schillaci Ballon D'or  Andreas Brehme
1991 Jean-Pierre Papin Ballon D'or  Frakland Olympique Marseille Ballon D'or  Lothar Matthäus
Ballon D'or  Darko Pančev og
Ballon D'or  Dejan Savićević
1992 Marco van Basten Ballon D'or  Niðurlond AC Mailand Ballon D'or  Christo Stoitschkow Ballon D'or  Dennis Bergkamp
1993 Roberto Baggio Ballon D'or  Italia Juventus F.C. Ballon D'or  Dennis Bergkamp Ballon D'or  Éric Cantona
1994 Christo Stoitschkow Ballon D'or  Bulgaria FC Barcelona Ballon D'or  Roberto Baggio Ballon D'or  Paolo Maldini
1995 George Weah Ballon D'or  Liberia Paris St. Germain
AC Mailand
Ballon D'or  Jürgen Klinsmann Ballon D'or  Jari Litmanen
1996 Matthias Sammer Ballon D'or  Týskland Borussia Dortmund Ballon D'or  Ronaldo Ballon D'or  Alan Shearer
1997 Ronaldo Ballon D'or  Brasil FC Barcelona
Inter Mailand
Ballon D'or  Predrag Mijatović Ballon D'or  Zinédine Zidane
1998 Zinédine Zidane Ballon D'or  Frakland Juventus F.C. Ballon D'or  Davor Šuker Ballon D'or  Ronaldo
1999 Rivaldo Ballon D'or  Brasil FC Barcelona Ballon D'or  David Beckham Ballon D'or  Andrij Schewtschenko
2000 Luís Figo Ballon D'or  Portugal FC Barcelona
Real Madrid
Ballon D'or  Zinédine Zidane Ballon D'or  Andrij Schewtschenko
2001 Michael Owen Ballon D'or  Ongland FC Liverpool Ballon D'or  Raúl González Blanco Ballon D'or  Oliver Kahn
2002 Ronaldo Ballon D'or  Brasil Inter Mailand
Real Madrid
Ballon D'or  Roberto Carlos da Silva Ballon D'or  Oliver Kahn
2003 Pavel Nedvěd Ballon D'or  Kekkoslovakia Juventus Turin Ballon D'or  Thierry Henry Ballon D'or  Paolo Maldini
2004 Andrij Schewtschenko Ballon D'or  Ukraina AC Mailand Ballon D'or  Deco Ballon D'or  Ronaldinho
2005 Ronaldinho Ballon D'or  Brasil FC Barcelona Ballon D'or  Frank Lampard Ballon D'or  Steven Gerrard
2006 Fabio Cannavaro Ballon D'or  Italia Juventus F.C.
Real Madrid
Ballon D'or  Gianluigi Buffon Ballon D'or  Thierry Henry
2007 Kaká Ballon D'or  Brasil AC Mailand Ballon D'or  Cristiano Ronaldo Ballon D'or  Lionel Messi
2008 Cristiano Ronaldo Ballon D'or  Portugal Manchester United Ballon D'or  Lionel Messi Ballon D'or  Fernando Torres
2009 Lionel Messi Ballon D'or  Argentina FC Barcelona Ballon D'or  Cristiano Ronaldo Ballon D'or  Xavi
Síðan 2010 er heimsins besti spælari kosin við FIFA Ballon d’Or.

Keldur

Wiki FøroysktBallon D'or 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

ÇHundabræviðFaroese Music AwardsLondonOxygen1728AvgusturBahamaoyggjar27. juniTalusyntesaBangladesj1817Addis Ababa23. desemberÁarsílKlaksvíkPaul GascoigneTadsjikistanBretska hersetingin í FøroyumGeorge MichaelBeaufort-talvanSøndre Land kommunaHvítusunna1845Føroyska stavraðiðÅJemenÍsraelKjadArktiskur pílurKarl MarxFVongblá ont1589SuðurafrikaPeter FondaJens Olivur LisbergSteintór Rasmussen18942020EiðiKKaggin - sangur og skemtBøsdalafossurFinska fótbóltslandsliðiðFøroyskt (mál)Trond Fausa AurvågHanus KambanAnita EkbergArmenia1857Lítla DímunFuglar í FøroyumSagnorðAramæiskt málTelefonlandakoturKornFótbóltur í FøroyumNoregBayer 04 LeverkusenAnna drotningGina LollobrigidaTjaldur1989ISO 8601HvítarusslandWindhoekNASA7. januarTokKirkjubøkur🡆 More