Mohamed Anwar El Sadat (føddur 25.
desember">25. desember 1918, deyður 6. oktober 1981) var egyptiskur politikari og forseti frá 1970 til 1981. Hann luttók í kvettinum í 1952, ið førdi til kong Farouk 1. varð koyrdur frá. Í 1969, eftir at hava røkt fleiri størv í stjørnini, varð hann valdur til varaforseta fyri vinmannin Gamal Abdal Nasser. Tá Nasser doyði árið eftir, gjørdist Sadat forseti.
Á ferð hansara til Jerusalem í 1977, ið førdi til at Camp David-sáttmálin varð undirskrivaður í 1978 við forsætisráðharra Ísraels Menachem Begin, varð vegurin slóðaður fyri einari ísraelskari-egypstiskari friðaravtalu í 1979. Hann fekk Friðarheiðursløn Nobels í 1978 saman við Menachem Begin. Í oktober 1981 varð hann myrður av limum úr einum egypstiskum islamskum Jihad-felagsskapi. Eftirfylgjari hansara gjørdist Hosni Mubarak.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Anwar Sadat, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.