Altjóða Dómstólurin er einasti av seks høvuðstovnum Sameindu Tjóða, sum ikki heldur til í New York.
Hann heldur til í Haag í Niðurlondum. Altjóða Dómstólurin er rættarligi høvuðstovnurin í ST skipanini. Ósemjur landanna millum kunnu verða lagdar fyri dómstólin, ið eisini er hægsti løgfrøðiligi myndugleikin í ST. Rætturin loysir løgfrøðiligar trætur millum lond og ráðgevur ST og serstovnunum í ST skipanini. Úrskurðir hjá dómstólinum eru endaligir og bindandi fyri avvarðandi lond og kunnu ikki kærast. Dómstólurin viðger mál, sum lond í semju leggja fyri hann, men kann ikki taka mál upp hjá einstaklingum, vinnufeløgum ella felagsskapum. Dómstólurin kann heldur ikki viðgera brotsverk ímóti mannaættini. Til hetta eru settir á stovn serdómstólar.
Dótturfelagsskapir : Altjóða verkamannafelagsskapur Sameindu Tjóða (ILO) | Undirvísingar-, Vísinda- og Mentanarstovnur Sameindu Tjóða (UNESCO)
Barnagrunnur Sameindu Tjóða (UNICEF) | Matvørufelagsskapur Sameindu Tjóða (WFP) | Heilsufelagsskapur Sameindu Tjóða (WHO)
Høvuðsstovnar: Aðalsfundurin • Trygdarráðið • Búskapar- og Almannamálaráðið • Altjóða Dómstólurin • Aðalskrivstovan • Tilsjónarráðið
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Altjóða Dómstólurin, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.