Hendingar
- 1840 - Bretskir kolonistar búsetast fyri fyrstu ferð í New Zealandi fyri at tryggja ognarsambandið til bretska ríkið.
- 1924 - Løgtingsval í Føroyum. Seinasta valið, tá bara tveir flokkar, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, stilla upp.
- 1924 - Ramsay MacDonald verður fyrsti Labour forsætisráðharri í Stóra Bretlandi.
- 1972 - Jens Otto Krag, forsætisráðharri, skrivar í Brússel í Belgia undir sáttmálan um, at Danmark skal gerast limur í EF. Danski limaskapurin skal tó fyrst góðkennast á fólkaatkvøðu seinni hetta árið.
- 1976 - Søgunnar størsta bankarán verður framt í Beirut í Libanon, tá geriljahermenn ræna um 50 milliónir US dollarar úr einum banka.
- 1980 - Russiski kjarnorkufysikarin og Nobel friðarheiðurslønarvinnarin, Andrej Sakharov, verður tvingsilsfluttur til afturlætna býin Gorkij. Burturvísingin verður av sovjetiskum myndugleikum grundað á »niðurbrótadi virksemi ímóti sovjetiska statinum«.
- 1981 - Heimsins dýrasta bræv verður selt á Cristie's uppboðssøluni í New York í USA fyri 748.000 dollarar. Tað er Abraham Lincoln, forseti í USA, sum hevur skrivað brævið í 1863, har hann góðtekur kritikkin av sjálvstýrisyvirlýsingini.
- 1983 - Björn Borg kunnger, at hann steðgar yrkisleiðini innan tennis sum bert 27 ára gamal. Hann hevur í yrkisleið síni millum annað vunnið fimm Wimbledon-sigrar á rað.
Føðingar
- 1561 - Francis Bacon, enskur heimspekingur (d. 1626)
- 1729 - Gotthold Ephraim Lessing, týskur rithøvundur (d. 1781)
- 1788 - Lord Byron (d. 1824)
- 1849 - August Strindberg, svenskt leikskald (d. 1912)
- 1849 - August Strindberg, svenskt leikskald
- 1898 - Sergei Eisenstein, russiskur leikstjóri (d. 1948)
- 1932 - Piper Laurie, amerikonsk sjónleikarinna.
- 1937 - Jóngerð Purkhús, føroyskur politikari. Hon var fyrsta kvinna at sita sum landsstýriskvinna.
- 1940 - John Hurt, enskur sjónleikari (d. 2017)
- 1947 - Vladimir Oravsky, svenskt leikskald
- 1960 - Michael Hutchence, forsangari í INXS (d. 1997)
- 1977 - Hidetoshi Nakata, japanskur fótbóltsleikari.
Andlát
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article 22. januar, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.