Vaktil

Vaktil (frøðiheiti - Coturnix coturnix) er til støddar sum ein lítil grælingur, men tjúkkari og bøllutari.

Á liti er hann smátt flekkutur av brúnum, gulligum, reydligum og svørtum. Hann eigur víða um verð. Eini 50 (uml. ár 1900) ár herfyri søgdu gamlir føroyingar stundum frá einum fugli, sum allir høvdu hoyrt, men eingin hevði sæð. Millum jóansøku og ólavsøku hoyrdist hann í bønum láta: »pip, pip, pip« — tí varð hann summstaðni kallaður pippus — men eingin fekk eyga á hann. Tað var vaktil, málið er lætt at kenna. Í flokkum flýgur hann landanna millum; men har sum hann hevur tikið sær bústað fyri summarið, sæst hann ikki. Tú kanst ganga leingi eftir málinum og royna at reka hann á flog, men hann smýgur undan gjøgnum grasið, og veit altíð at taka leiðina hagar, sum tað er so sítt, at tað fjalir honum. Einir tveir vitast at vera funnir deyðir, og nakrar fáar ferðir eru reiðrini funnin í slóttutíð. Í seinnu tíðini er hann nógv fækkaður í Norður-Europa, og til Føroyar kemur hann bara okkurt hendinga summar.

Vaktil
Vaktil
Støða
Vaktil
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Galliformes
Ætt: Phasianidae
Slekt: Coturnix
Slag: C. coturnix
Vaktil
Coturnix coturnix

Kelda

Sí eisini

Wiki FøroysktVaktil 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

EuropaFøroyarGrælingurJóansøkaÓlavsøka

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Dante AlighieriNFLUEFA Nations LeagueNeptunSchengen økiðPálmasunnudagurSkírhósdagurKonstantinopel (søguligur býur)Dumbo2004Seinni heimsbardagiVolgaSverri Sjúrðarson19. desemberBrisJimmy CarterPóllandKaliforniaBahamaoyggjarCambridgeBrasilFuglar í FøroyumTýskt málMcDonald'sAlisfrøðiChuck NorrisFlogbólturVolta a Catalunya 2017LitavaDagur og vikaFøroyska krónanUngarska fótbóltslandsliðiðKamerunGianfranco NonneImmunskipanPólskt málJarnAntiokiaNobelvirðislønin í bókmentumÁtrúnaður í FøroyumVesturevropaSálomonoyggjarnarUSASjónvarp FøroyaFjøll í FøroyumISO 3166Marlene DietrichOmanKríggið ímillum Iran og IrakFrits JohannesenUpprunaamerikanararHTML1995St. LouisWienLangafríggjadagurParisNewt GingrichGongustjørnurÁtrúnaðurEvraNapoleon BonaparteIstanbulLithiumNorðsjógvurinRichard NixonHøvuðsstaðurBjarni DjurholmLouis PasteurHenry KissingerBarbra StreisandModerata samlingspartiet🡆 More