Sandvík

Sandvík er ein bygd í Suðuroynni.

Sandvík er niðursetubygd og vóru tað hvalbingar, ið komu hagar um 1815. Tá kallaðist víkin Hvalvík, seinni varð navnið broytt til Sandvík. Sandvík er norðasta bygdin í Suðuroynni. Nærmasta grannabygd er Hvalba. Hesar báðar bygdir vóru bundar saman við einum tunnli í 1969. Sandvíkartunnilin er 1500 metrar langur, hann hevur eina koyribreyt og fleiri møtipláss. Tunnilin er 2,8 metrar høgur og er hann lægsti tunnil í Føroyum.

Sandvík
Sandvig (danskt)
Bygd
Sandvík
Sandvík
Land Sandvík Føroyar
Sýsla Suðuroya sýsla
Oyggj Suðuroy
Kommuna Hvalbiar kommuna
Íbúgvar 87 (2015)
Postnummur FO-860
Sandvík
Sandvík
Húsið uttan Ánna
Sandvík
Brúgvin út í Rituskor, Trøllagjögv á Skorini

Víkingabygd

Sjálvt um Sandvík er niðursetubygd, so hava fólk tó búð í Sandvík í Víkingatíðini. Bygdin er nevnd í Føroyingasøgu við navninum Sandvík, og har búði Torgrímur illi. Hann var eingin vinmaður við Sigmund Brestisson, ið vildi hava Føroyar at vera skattland Noregs kongs. Tá ið Tróndur í Gøtu við sínum monnum søkti at Sigmundi, noyddist hesin at loypa í havið og svimja alla leið úr Skúvoy til Sandvíkar. Har beindi Tórgrímur fyri honum og tók gullringin, sum Sigmundur hevði um armin.

Sandvík ella Hvalvík

Sandvík var ikki bygd aftur fyrrenn millum 1813-1816. Frá miðøld og fram í 20. øld hevur bygdin itið Hvalvík. Hetta var ikki heppið, tí onnur bygd við sama navni var í Føroyum. Í 1911 varð tí ásett, at henda bygdin í Suðuroy skuldi fáa sítt gamla navn, Sandvík, aftur.

Húsið uttan Ánna

Í 1866 bygdi Niels Jacob Olsen húsini Uttan Ánna, sum í dag er forminnissavn. Húsini eru tey fyrstu, sum eru bygd uttan fyri ta stóru ánna, ið rennur mitt gjøgnum bygdina.

Onnur gomul hús

Fleiri gomul hús og bygningar eru í bygdini, m.a. er ein gomul smiðja, sum Tummas Thomsen átti. Eisini er ein gamal handil fra 1877, sum var úthandil hjá handilsmonnunum á Tvøroyri. Tað var Jens Marius Nielsen, sum var seinasti handilsmaður har.

Ásmundarstakkur

Sandvík 
Ásmundarstakkur

Vestan fyri Sandvík liggur Ásmundarstakkur, ið er ein stórur klettur, sum einaferð var fastur í landinum, men ikki longur. Eitt lítið sindur longur suðuri liggur Tvørgjógv (Neytakonugjógv), har níggju neytakonur gingu seg útav í mjørka. Tunnilin til Sandvíkar kom ikki fyrr enn í 1970, men tunnilin er ikki tíðarhóskandi longur.

Brot úr Sandvíkssanginum

Lag: Højt over fjellet (skjótari tempo) Engedahl & Stordahl: Midnattsolens land.

  • Sandvík, mín heimbygd, kær tú mær er,
  • prúðasta bygd í føroyum tú er,
  • gitin tú er um landið alt,
  • aldrin tú gloymast skalt.

Myndir

Keldur

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktSandvík 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Tags:

Sandvík VíkingabygdSandvík ella HvalvíkSandvík Húsið uttan ÁnnaSandvík Onnur gomul húsSandvík ÁsmundarstakkurSandvík Brot úr ssanginumSandvík MyndirSandvík KeldurSandvík Slóðir úteftirSandvík1815FøroyarHvalbaSandvíkartunnilinSuðuroy

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

31. marsArmeniaAfroamerikanararBenelukslondini7. november12Aristoteles.aiMarcus Antonius1733KýprosHvítusunnaNauruT7Føroya LandsskjalasavnSpaniaSun Yat-senNiðurlondTaivanGrønlandFólkalýðveldið Kina.milAsiaGlobala upphitingin1. desemberLæknafrøðiOECDMonakoHelena HeðinsdóttirUSAAfghanistanPáskaoyFirouz Gaïni43KelvinstiginCArktis1315DópurMeginlandsevropaABBAKubaMinecraftPortugisiskt málHttpsNiðurlendskt málBakkafrost11. marsAthen791952Landsstýri síðan 1948Ingilín Didriksen StrømNagoyaSkógurJapanskt málMálfrøði4. desember201319779ÚlvurKenja.myPálsmessaBarbadosØkisnavnDania O. TausenArgentinaPopptónleikur1914Mainz🡆 More