Northwest Territories

Northwest Territories (stytt: NWT) er eitt kanadiskt meginøki, sum liggur í útnyrðingsparti og norðara parti av Kanada.

Í 2016 búðu her 41.786 fólk. Høvuðsstaður og størsti býur er Yellowknife.

Northwest Territories

Landafrøði

Í suðri hevur Northwest Territories mark við British Columbia, Saskatchewan og Alberta, í vestri við Yukon og í eystri við Nunavut. Víddin av meginøkinum er 1.346.106 ferkilometrar (1.183.085 ferkilometrar landøki og 163.021 ferkilometrar vøtn).

Søga

Meginøkið varð sett á stovn í 1870, tá kanadiska stjórnin keypti Rupert's Land. Í 1999 gjørdist eystari partur av NWT sjálvstøðugt meginøki undir heitinum Nunavut.

Málini

Síðan 1990 hevur meginøkið NWT 11 almenn mál:

  • 3 Inuit-mál (Inuinnaqtun, Inuvialuktun og Inuktitut)
  • 5 Dene-mál/atapaskisk mál (Chipewyan, Gwich’in, North Slavey, South Slavey og Tłı̨chǫ)
  • 1 algonkinskt mál (Cree/Nēhiyawēwin)
  • og tey bæði almennu málini í Kanada, enskt og franskt.

Í 2016 høvdu næstan 77 prosent av fólkinum í NWT enskt sum móðurmál, gott 11 prosent eitt mál av upprunafólkunum, gott 7 prosent eitt ikki-alment mál og næstan 3 prosent franskt.

Ávísingar úteftir

Wiki FøroysktNorthwest Territories 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

Tags:

Northwest Territories LandafrøðiNorthwest Territories SøgaNorthwest Territories MáliniNorthwest Territories Ávísingar úteftirNorthwest Territories KeldurNorthwest TerritoriesKanadaYellowknife

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

HTMLÁlkaGeorg I av StórabretlandiLøgtingsformenn í FøroyumHundabræviðÍdnaðarkollveltinginTari19. august2008MissouriUkrainaSorinskrivariMarius ZiskaHelliBartalsøkaDeadmau5Tvøroyrar Bóltfelag1980Fyrsti summardagurSabaJeremy RennerRoger FedererSkarvurBorgarstjóriEmilius Marius Georgius LøbnerGoogle16. aprílÍtrótturMahatma GandhiLondonMarianna Mørkøre90ÍsraelBloggurDýrNúverandi hendingarMikkjal Mús1966Adolf HitlerWindhoekRusslandGásadalstunnilin1947Michael JacksonSovjetsamveldiðEysturoyartunnilinEystrasaltJugoslaviaTailandÁrLøgmenn í Føroyum1918NATOØskudagur2012Eftirnøvn í FøroyumRossTú alfagra land míttFjodor Dostojevskij2009Dagur og vikaAltjóða arbeiðaradagurKetturFranz BeckenbauerArlingtonAteismaHolmiumVatikaniðOyggjÁrnafjørðurBris🡆 More