Løgtingsvalið í Føroyum 1974 varð hildið hin 7.
november">7. november 1974. Javnaðarflokkurin var framhaldandi størsti flokkur á Føroya Løgtingi, og floksformaðurin Atli Dam byrjaði sítt annað tíðarskeið sum løgmaður. Har var lítil broyting at síggja síðan valið í 1970, men Sjálvstýrisflokkurin tvífaldaði sína umboðan við tveimum tinglimum, meðan Sambandsflokkurin misti ein av sínum fimm limum. Uttanflokka valevni fingu til samans eina atkvøðu meira enn Framburðsflokkurin, men eingin teirra varð valdur inn á ting.
Flokkur | Atkvøður | Prosent | Tinglimir | |||
---|---|---|---|---|---|---|
1974 | +/− | 1974 | +/− | 1974 | +/− | |
Javnaðarflokkurin | 5 125 | +209 | 25,8 | −1,4 | 7 | 0 |
Tjóðveldisflokkurin | 4 461 | +498 | 22,5 | +0,6 | 6 | 0 |
Fólkaflokkurin | 4 069 | +452 | 20,5 | +0,5 | 5 | 0 |
Sambandsflokkurin | 3 799 | −122 | 19,1 | −1,4 | 5 | −1 |
Sjálvstýrisflokkurin | 1 430 | +420 | 7,2 | +1,6 | 2 | +1 |
Uttanflokka valevni | 488 | +488 | 2,5 | +2,5 | 0 | 0 |
Framburðsflokkurin | 487 | −150 | 2,5 | −1,0 | 1 | 0 |
Totalt | 19859 | 100,0 | 26 |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Løgtingsvalið 1974, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.