Linda Andrews

Linda Andrews (fødd Andreasen, fødd 19.

oktober">19. oktober 1973 í Tórshavn) er ein føroysk songkvinna, sum gjørdist kend í Føroyum og Danmark, tá hon vann donsku X Factor sjónvarps sangtalentkappingina 27. mars 2009. Hon varð fyrsti føroyingur ið vann hesa kapping í Danmark. Jógvan Hansen vann íslendsku X Factor kappingina í Íslandi í 2007. Linda vaks upp í Vesturbýnum í Havn, hon hevur fýra eldri systkin. Bert 14-ára gomul fór hon á eftirskúla í Mariager í Danmark, har hon hevði ein góðan sanglærara. Heima í Føroyum tók hon prógv á Føroya Handilsskúla og sum 19-ára gomul gjørdist hon leiðari í einum handli. Hon flutti til Danmark sum 21-ára gomul. Hon eigur dóttrina Celeste, og tað var hon, ið fekk mammuna til at melda seg til X Factor. Hon hevur drúgvar royndir sum kórleiðari fyri gospel kórum í Keypmannahavnar økinum.

Linda Andrews
Linda Andrews

Við at vinna annað umfar av X Factor í 2009 vann Linda Andrews eina plátukontrakt við Sony sum er eina millión krónur verd. Vinnarastaklagið "Det bedste til sidst", sum Søren Rasted hevur skrivað, kom út í mars 2009 og fór beinleiðis inn sum #1 á danska hitlistanum. Staklagið fekk platin í juli 2009, og hevur selt yvir 35.000 download. "Det bedste til sidst" gjørdist níggjunda mest seljandi staklag í 2009. Síðan kom fløgan Into the Light út hin 2. juni 2009. Fløgan er m.a. skrivað av Cutfather, Lasse Lindorff, Sarah West og Thomas Bickham. Fløgan gjørdist #2 á danska hitlistanum, men var bert fimm vikur á topp 40. Síðst í mars 2010 bleiv Linda Andrews fríttstillað frá sínari kontrakt við Sony. Linda hevur seinni útgivið eina jólafløgu, har hon eitt nú hevur fylgispæl frá Malmö Symfoniorkester.


Tónleikaútgávur

Fløgur

  • 2008: Revelation
  • 2009: Into the Light
  • 2009: Husker du julen...
  • 2011: A Merry Little Christmas

Stakløg

  • 2006: "Hot Santa"
  • 2006: "Divalicious"
  • 2009: "Det bedste til sidst"
  • 2009: "Into the Light"
  • 2009: "Mirror Mirror"
  • 2009: '"Tænder et lys (Til du kommer hjem)"
  • 2013: '"Tears"

Keldur

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktLinda Andrews 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Linda Andrews TónleikaútgávurLinda Andrews KeldurLinda Andrews Slóðir úteftirLinda Andrews19. oktober1973200927. marsDanmarkJógvan HansenKeypmannahavnTórshavnX Factor (Danmark)

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

FuglafjørðurAmtmenn í Føroyum.kmCiderNykøbing MorsLøgtingsvalið 20198. juniLouis PasteurÁtrúnaður í FøroyumUmboðsmannatingið í USAStóra BretlandAnna drotningTalusyntesaNorska LøvaBangladesjStjórnin hjá RenziBloggurKlaksvíkingur 10-mannafar16. aprílBurkaFilmseftirlitiðThomas JeffersonWindhoekAvgusturKópakonanNAtli Pætursson DamMiguel de CervantesJohan Henrik SchrøterJohanna TG 326Japan2004Sands kirkjaMichiganMaturMosambikBHeine HestoyKlaksvíkÁtrúnaður í USAAlgeriaArktiskur pílurGNU Free Documentation LicenseSlættaratindurAnita EkbergPremier League 2023-24HeimastýrislóginAngolaOpið innihaldGeorge MichaelListi yvir borgarstjórar í Tórshavnar kommunuBeruBóghvítuhvalur201119143. juniGeorge Jones12. aprílFinska fótbóltslandsliðið27. juni.zavuxt8Innara-MongoliaSkúvoyar kommunaSkjaldbøkurMagnesiumFlaggdagurSuni úr HørgSilkihegriJohn RødgaardNoregBringureyði🡆 More