Levi Niclasen, sum yrkjari betri kendur sum Óðin Ódn (føddur 1.
mai">1. mai 1943 á Tvøroyri, uppvaksin í Hvalba) er ein føroyskur rithøvundur, tónleikari, lærari og politikari.
Aftan á barnaskúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba. Í 1957 stovnaði hann saman við brøðum sínum ein tónleikabólk, og brátt blivu teir kendir sum Hvalbiarbrøðurnir. Teir góvu út tvær stak plátur í 1962. Hann var í Grønlandi 1960 og 1961 og arbeiddi á landi í Føroyingahavnini fyri Nordafar. Hann fór síðan á læraraskúla í Havn og tók prógv frá Føroya Læraraskúla í 1967. Var settur sum lærari við Hvalbiar skúla 1. august 1967. Hevur verið skúlaleiðari við Hvalbiar skúla frá 1. august 1979. Hann hevur eisini verið á Fróðskaparsetri Føroya og fullført nám í føroyskum og bókmentum 1969-70. Hann hevur útgivið fleiri yrkingasøvn og eisini eitt stuttsøgusavn og eina bók við bæði yrkingum og stuttsøgum. Hann hevur eisini týtt tvær bøkur til føroyskt.
Foreldur: Thomasia Niclasen, f. Thomasen á Giljanesi í Vágum og Hentzar Niclasen, kongsbóndi á Hamri í Hvalba. Giftist í 1971 við Súsonnu Niclasen, f. Holm. Hon er fødd í Hvalba í 1950. Tey eiga tríggjar synir: Tórarinn, Tóroddur og Njálur.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Levi Niclasen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.