Kinesiski Múrurin

Kinesiski múrurin er eisini kendur undir heitinum Tann stóri múrurin.

Farið var undir at byggja múrin í seinna parti av 14. øld. Seinasti parturin var bygdur í byrjanina av 17. øld. Múrurin varð ikki bygdur sum ein samanhangandi eind; hann var bygdur í brotum. Arbeiði var gjørt, meðan sonevnda Ming-dynastiið hevði ræði í Kina. Endamálið var at verja Kina ímóti álopum frá mongolskum og turkiskum ættarbólkum. Samlaða longdin verður mett at vera um 8.851 km. Tilfarið í múrinum er grót, eyrur og mold. Hæddin á múrinum skiftir frá 4,5 til 15 metur; breiddin frá 4,5 til 9 metur. Uppiá múrinum er ein vegur, sum er vardur við múrum uppi á múrinum. Við jøvnum millumbili eru bygd torn til vaktarhald; tey eru tilsamans eini túsund í tali. Múrurin varð bygdur av trælum, sum nógvir lótu lív undir arbeiðinum. Teir vóru - í stórum tali - jarðaðir inni í múrinum, og tí verður kinesiski múrurin eisini nevndur “heimsins longsti kirkjugarður”. Mett verður, at um ein millión mans luttóku í arbeiðinum at byggja múrin.

Kinesiski Múrurin
Kinesiski Múrurin.

Í dag eru partar av múrinum friðað øki, og flestu ferðafólk, sum vitja í Beijing ynskja at síggja múrin. Tí verða eisini nógvir túrar gjørdir til múrin, og ferðafólk fáa høvi at spáka sær ein stuttan túr á múrinum.

Tags:

Kina

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

GorfuglurFløggGrikkalandEnskt málMata Hari1966Adolf HitlerMissouriFøroyumGeorg II av Stórabretlandi20. februarKirkjubøkurLívfrøði1632SabaSacramentoek9qvAmtmenn í FøroyumMadridOyggjPáll Finnur Páll1906WashingtonTeistiAJon FosseSkallaørn2017Jod8. septemberNiels Petur NolsøeRebekka FugløJarn8 f.Kr.1923SosialliberalismaPallebaLibyaDavid CameronFótbóltur í FøroyumWindhoek18. januarSálmabók Føroya KirkjuParaguaiJørðinAlisfrøði1950Andalusia1572FøroyingarSjórænararMagnesiumBygdir og býir í FøroyumFagurígðaGalileo GalileiSydneyDunnuvík8. øldHenry KissingerFøroyar24. maiHøvuðsstaðurFroukje VeenstraNý Sæland2020-áriniFróðskaparsetur FøroyaOscar-virðisløninPingvinSeinni heimsbardagi817🡆 More