Jógvan Skorheim

Jógvan Skorheim (føddur 16.

juni">16. juni 1982 í Klaksvík) er føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Jógvan Skorheim
Jógvan Skorheim
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. jun 1982 í/á Klaksvík
Starv politikari, vinnulívsfólk
Politiskur flokkur Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti
Commons Jógvan Skorheim

Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.

Løgtingsnevndir

  • 2011-2013 Limur í Vinnunevndini
  • 2011-2013 Varalimur í Fíggjarnevndini

Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð

  • 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd

Keldur

Ávísing úteftir

Tags:

Jógvan Skorheim LøgtingsnevndirJógvan Skorheim Nevndarsessir í Klaksvíkar BýráðJógvan Skorheim KeldurJógvan Skorheim Ávísing úteftirJógvan Skorheim16. juni1982FøroyarKlaksvíkSjálvstýrisflokkurin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Løgmenn í FøroyumPóllandGalileo GalileiIsaac NewtonMáninHenry Ford1918FinnlandMeryl StreepHanus KambanÍsraelMunsterBrisNúverandi hendingarSamkyndleikiOyggjaleikirOxygenEjvind VilhelmAndré SilvaKapitalismaFøroyska sjálvstýrisrørslanClaudio Monteverdi1781PlatonKyksilvurKoreanskt málPalli PummJodSuni úr HørgUmskapanin (týðing)8. desemberOvurteksturFilipsoyggjarNapoleon BonaparteKim LarsenWikimediaBobby FischerNóaGongustjørnurWiki.czFuerteventuraFlaggdagar í FøroyumKölnHolokaust28. desemberGrækarismessaMark CavendishP/F TelevarpiðBundesliga 2015-16FraklandRókurHeine HestoyRegión HøvuðsstaðurinMartin Landau2012PalestinaQ🡆 More