Jákup Eli Joensen

Jákup Eli Joensen (føddur 19.

november">19. november 1982) er ein føroyskur tónleikari, sangari og sangskrivari. Hann er ættaður úr Sumba, men hevur búð í Havn síðan hann var tannáringur. Hansara stóri áhugi er tónleikur. Í 2011 gav hann út fløguna Kom við mer, og ein av sangunum, Vanja, gjørdist landaplága í Føroyum tað árið. Við ársenda varð sangurin tilnevndur Ársins sangur til Planet Awards 2011, sum er eitt afturvendandi tónleikatiltak, sum Miðlahúsið skipar fyri. Sangurin Vanja var tilnevndur saman við 4 øðrum sangum, m.a. einum hjá Páll Finnur Páll og einum hjá nýggja bólkinum Glóð. Tað gjørdist sangurin hjá Jákupi Eli, Vanja, sum vann eina planet heiðursløn til í bólkinum Ársins sangur. Jákup Eli fær íblástur til sín tónleik frá tónleikabólkinum Páll Finnur Páll, segði hann við morgunsendingina Summarmorgun 24. august 2011. Jákup Eli framførdi á Summarfestivalinum í 2012 á Føroya Tele pallinum. Í august 2012 hevur ein nýggjur føroyskur tónleikabólkur All-in útgivið sangin Vanja í einari heilt aðrari versjón, enn tann upprunaliga hjá Jákup Eli, men tó við sama lagi. Tað eru fleiri sangarar, sum syngja sangin, og teir hava eisini gjørt ein video til sangin. Alt hetta er gjørt í samráð við Jákup Eli, sum eigur bæði orð og lag á sanginum Vanja. Teir fýra í dreingjabólkinum (Boy-Band) eru: Terji Djurhuus, Jóannes Lamhauge, Ólavur á Váli og Dánjal Gomez Gudjónsson.

Jákup Eli Joensen
Jákup Eli Joensen syngur á Mentanarstevnuni í Sumba í juni 2013.

Útgávur

  • 2011 - Kom við mer
  • 2012 - Sjúkan, sum fór at spæla tónleik

Ársins sangur

Sangurin Vanja hjá Jákup Eli gjørdist Ársins sangur á árligu Planet Awards bæði í 2011 og 2012. Í 2011 var tað hansara egna útgáva, í 2012 var tað í nýggjari útseting og sungið av føroyska tóleikabólkinum All in.

Keldur

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktJákup Eli Joensen 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Jákup Eli Joensen ÚtgávurJákup Eli Joensen Ársins sangurJákup Eli Joensen KeldurJákup Eli Joensen Slóðir úteftirJákup Eli Joensen19. november1982Planet Awards 2011Páll Finnur PállSumbaSummarfestivalurinTórshavn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Kirkja1899KyivKvinnaDópurQTórshavnar kommunaOnglandLiberiaEysturríkiMonako2022K.vaMainzTjaldurLæknafrøði.gpKyknaBenelukslondini0 (tal)AfrikaArktisk KommandoFinna (talv)Sunni IslamPáskaoy1703Volga19781968Saddam HusseinKristinDagny JoensenArabiskt málNStøddfrøðiFrælsur ítrótturWindhoekDálkingGrønland1920-áriniFirouz GaïniFosturtøkaGrand Prix Cycliste de Québec 2016Jurij GagarinVatnorkaHorton Hears a Who!GLatínskt málJulianski kalendarin.msNamibiaLibanonÚtvarp271960-áriniRumeniaScience fictionRaleighLøgmenn í Føroyum.aiJ. R. R. TolkienBarnarættindasáttmálin hjá STÚlvur13002002Star Wars1960Apríl894Luksemborg🡆 More