Har bylgjan leikar er ein føroysk tónlekaútgáva hjá tónleikabólkinum Tónlist (tónleikabólkur) av Strondum, teir útgóvu kassettubandið í 1981, stutt áðrenn jól.
Teir fýra ungu strandingarnir ið mannaðu bólkin vóru Andras Danielsen, sang, guitar, bass, kór, Poul Jacobsen, guitar, Hans Nielsen, sang, akkustiskan guitar, kór, Regin Johansen, trummur (andaðist í 1998). Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum. Í november 2013 sendi Kringvarp Føroya 6. part av sjónvarpsrøðini Minnist tú enn, sum Suni Merkisstein stóð fyri. Har kom eitt nú fram, at ein dagin hevði Útvarp Føroya spælt bandið hjá Tónlist í døgurðatímanum, tá tað júst var komið út, og sama dag bleiv kasettubandið Har bylgjan leikar hjá Tónlist útselt ella so gott sum útselt, og fleiri máttu fáast til vega. Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Har bylgjan leikar, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.