Børkumura

Børkumura ella børkuvísa (frøðiheiti Potentilla erecta) verður 6-20 cm høg.

Hon veksur á hagalendi og í gjáum, har hon gerst nógv størri. Hon blómar í juni og juli. Henda planta veksur so at siga um alla Evropa, og í Asia eystur undir Altai-fjøllini. Hon er eisini á Azorunum. Men í Íslandi veksur hon helst ikki. Nicolai Mohr (1786) sigur, at hann hevur ikki rakt við hana, og vísir á, at plantufrøðingurin Johann Gerhard Kønig, ið savnaði íslendskar plantur til bókna Flora Danica í árunum 1765 til 1766, hevur heldur ikki rakt við hana, men Eggert Ólafsson tekur til í bók síni Reise gennem Island, ið kom út í 1722, at hon mundi vera har “skønt sjælden, på Sønderlandet.” Ostenfeldt & Grøntved nevna hana ikki at vaksa í Íslandi í bók síni um føroyska og íslendska floru frá 1934.

Børkumura
Børkuvísa

Lýsing

Jarðleggurin, børka nevndur, er førur, sevjumikil, døkkbrúnur, barkkendur. Loftleggirnir jarðbendir, síðani rættir upp. Stovnbløðini stelklong, 3-5 fingrut, grovtent. Leggbløðini óstelkað, 3-fingrut við stórum akslabløðum. Blómurnar á longum leggum frá blaðgripunum, gular. Krúna og bikar 4-deild. Smáfruktirnar nøtir. Øll plantan oftast mjúkhærd. Fleiri blómuberandi leggir, ið eru liggjandi til uppbendir. Í haga og bø.

Sí eisini

Tags:

AsiaEvropaJuliJuniNicolai MohrPlanturÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

NasismaJólaevangeliiðB71Tjaldur2001Borgarakríggið í SýriaKríggið ímillum Iran og Irak1820-áriniTýskt málStjørnufrøðiSaudiarabiaOmahaTok2016BíblianMuslimarMalaisiaDeyðarevsingUSA2022Louis PasteurPlanturItaliaLyndon B. Johnson.idBerlinDonald TrumpJuventus F.C.Núverandi hendingarFrans páviSoay-seyðurN20. aprílBukarestEM í fótbóltiGekkurSjálvmorðNATOKeiroMarilyn MonroeNóaHavfrøðiBrisbaneBeijingAlheimurinWien2008LangafríggjadagurLundiMagnesiumAlmenn ognMikkjal MúsMadridTunglyndiKaty Perry20. juniFøroyskt málKommunismaOprah WinfreyFøroyskur maturArkansasMargaret ThatcherBýur17841521Jarn8. marsAugustusHM í fótbólti 2018🡆 More