Veiðifalkur

Veiðifalkurin (frøðiheiti: Falco rusticolus) er eina størstur av falkum.

Hann eigur einans norðuri í kuldalondum. Liturin er ymissur, broyttur eftir landinum. Í Grønlandi er hann hvítur við nøkrum dimmum smáblettum á bakinum. Í Íslandi er hann hvítur um høvd og bringu, annars ljóst grásprøklutur. Í Noregi og aðrastaðni er hann høvuðsvartur og dimt sprøklutur. Hann eigur í homrum høgt til fjalls. Ofta sæst hann sita har og stara eftir fongi - eyguni hevur hann avbæra góð - so strýkur hann avstað eftir einum fugli, slær hann niður við vongknúgvanum, ella skræðir hann við nevi og klóm. Í fuglabjørgunum ger hann ræðuligt herverk. Morgun og kvøld er hann á ferð, tekur ein lomviga ella lunda, tægar hann sundur og etur so tað besta burtur úr honum. Um veturin heldur hann seg helst fram við sjónum, tí har er mest at veiða. Í gomlum døgum høvdu kongar og ríkir høvdingar tamar falkar, sum vóru vandir til at taka flúgvandi fugl og bera teimum. Nú er tað avlagt í Evropa, men summstaðni í Asia veiða menn enn við falkum. Áður kom veiðifalkur ofta til Føroyar, nú sæst hann sera sjáldan, orsakin er tann, at hann er fækkaður nógv í Íslandi.

Veiðifalkur
Veiðifalkur
Støða
Veiðifalkur
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Falconiformes
Ætt: Falconidae
Slekt: Falco
Slag: F. rusticolus
Veiðifalkur
Falco rusticolus

Sí eisini

Keldur

Wiki FøroysktVeiðifalkur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

AsiaEvropaFalkurFøroyarGrønlandLomvigiLundiNoregÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

.vaHaagPortugisiskt málKyknaPopptónleikur1784F1966Franz KafkaFøroya LandsstýriLøgtingsvalið 2019KaliumSambindingarorðTubbakEvraPlanturPalli Pumm1920LøgfrøðiSólrún MichelsenKuba1959Frælsur ítrótturArnold SchwarzeneggerMonakoTailandArktisk KommandoFuglur27Havnar TelvingarfelagOECDNigeriaPragLogaritmaMerkantilisma13Lancaster (Pennsylvania)ISO 86012023427. marsSvartkjafturUtahArabiskt málCX Factor (Danmark)1928Gunnar HoydalDagny JoensenBangladesjEgyptalandFøroya LandsskjalasavnMozilla FirefoxLesotoIngilín Didriksen Strøm1913Muhammad AliLæknafrøðiNúverandi hendingarVladimir PutinHttps6. august70Niðurlendskt málAprílBárður á Steig NielsenBíblian🡆 More