Veðurfrøðingar eru vísindafólk, sum granska veðrið og spáa, hvussu ið veðrið verður.
Teir kanna vind, hita, skýggj og lufttrýst. Veðurmátingar verða tíðum goymdar at samanbera við í komandi tíðum. Fylgisveinar, ið ganga í rúmdini, taka myndir av jørðini, og hesar myndir hjálpa veðurfrøðingum í arbeiðinum at seta saman veðurforsøgn komandi fimm dagarnar. Men hóast nógva vitan og framkomna tøkini, so er veðrið náttúrumáttur, sum menniskjan einki ræði á. Veðurstøðir víða hvar í heiminum samstarva um veðurmátingar av skipum, úr flogførum og ómannaðum veðurstøðum á landi. Ómannað veðurstøð er átøk rimakassa á fýra høgum stuðlum. Nógvar ferðir um samdøgrið senda veðurstøðir ballónir við mátitólum og sendarum upp í loft at gera mátingar í luftini. Rúmdarfylgisveinar senda myndir niður á jørðina, og tær sýna skýggj, hátrýst, o.a.
Veðurstøðir í øllum londum samstarva sínaámillum um veðurkanningar og um mátingar úr fylgisveinum og ymiskum mátistøðum. Serútbúnar teldur spáa um veðrið og tekna veðurkort við veðurforsøgn fimm dagar fram. Forsøgn og veðurkort veða latin flogførum, skipum, dagbløðum, sjónvarps- og útvarpsstøðum. Veðurkort sigur, hvussu veðrið verður á víðum øki. Veðurkortið sýnir lufttrýst, hita- og kuldabrýr. Javntrýstlinjur ganga gjøgnum støð við sama lufttrýsti. Er stutt ímillum linjurnar, bendir alt á, at nógvur vindur er har á leið. Millumtjóða mátieindin fyri lufttrýst er hektopascal, sum hevur súmbolið hPa. Miðal lufttrýstið á jørðini er 1013 hPa. Gamla mátieindin millibar er tann sama sum hektopascal.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Veðurfrøði, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.