Títlingskongur

Títlingskongur (frøðiheiti - Regulus regulus) er minsti fuglur í norðara helmingi av jarðknøttinum.

Hann er grágrønur omaná, bleikgráligur í neðra, tvørtur um hvønn veingin ganga tvær hvítar rendur; á skallanum hevur hann ein fagran gulan topp við svørtum ringi uttanum — tað er av hesari "gullkrúnu", hann hevur fingið navnið. Hann eigur í skógum víða hvar í Evropa. Reiðrið líkist nakað mortítlingsreiðri; eina breiða fjøður heingir hann niður fyri dyrnar, so tær skulu ikki síggjast. Í Føroyum sæst hann av og á, mest um heystið. Helst leitar hann í urtagarðar, og børn verða so fegin av at síggja henda evurslítla fugl, sum er so lívligur og vakur og spakur.

Títlingskongur
Títlingskongur
Støða
Títlingskongur
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Passeriformes
Ætt: Regulidae
Slekt: Regulus
Slag: R. regulus

Eitt heystið var ein flokkur í Gásadali. Um mikkjalsmessu kom kavi, og teir vóru tá so stirdir, at teir lótu seg taka. Børnini bóru teir inn í stovuna og sleptu teimum á urtapottarnar. Tá ressaðust teir skjótt. Í 3 dagar hoppaðu teir har millum rósurnar og pikkaðu blaðlýs. So lættir vóru teir, at ikki bognaðu bløðini undan teimum. Tá var kavin burtur, og so sleptu børnini teimum út aftur. Og tað gjørdu tey rætt, tí inni liva teir stutt.

Slag

Sí eisini

Keldur

Wiki FøroysktTítlingskongur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

EvropaFøroyumJørðin

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

BuddhaGrikkaland1733SkógurBarbadosNorskahaviðAlmenn ognJurij GagarinFrimod JoensenLundiMainz20. øldLancaster (Pennsylvania)1978ArktisBrúgvin um Streymin19952003Mao ZedongPlutoFuglar í FøroyumNeonNúverandi hendingarÓðinSkaldsøgaWikimediaJulianski kalendarin12. augustKirkjaLatínskt mál.bnLGBT FøroyarQAmerikanskur fótbóltur1951196743Faðir várNew OrleansLiberiaTjaldurLøgtingsvalið 20191053BotulismaDópurMuslimarHveitiHFloridaKaviU1876New YorkDjóralæknar26ÍsraelOnglandDublinRussland2008OmanTubbakDonald Tusk.btMozilla Firefox1970-áriniES-Parlamentið335Svøríki.mySálarfrøðiJørðinTelduspølKommunur í Føroyum3🡆 More