Skrápur

Skrápur (frøðiheiti - Puffinus puffinus) er dimmur, næstan svartur omaná, í neðra hvítur.

Støddin er nakað sum á lunda. Áður var hann ikki sjaldsamur í Føroyum, men rottan hevur týnt so um hann, at nú er lítið eftir; eina frægast man vera í Koltri og Trøllhøvda. Teir eiga altíð fleiri nær hvørjum øðrum, stundum í urðum, men mest í vallbergi, har teir grava sær djúpar holur. Inni í har verpa teir eitt hvítt egg og verma tað í 4 vikur. Pisan er berlig um høvur og háls, men annars væl klædd í síðum gráum dúni. Hon er nevnd líri. Tá ið lírin er fullfjaðraður, er hann meinlíkur hinum gamla skrápinum.

Skrápur
Skrápur
Støða
Skrápur
Minst stúrin
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Aves
Hópur: Procellariiformes
Ætt: Procellariidae
Slekt: Puffinus
Slag: P. puffinus
Skrápur
Skrápur

Beint fyri tað fara menn at draga líra. Holurnar kunna vera favn langar, og innan greina tær seg sundur í fleiri stytri holur, so lírin fær nógvar avkrókar at smúgva sær í, og maðurin má stundum grava fleiri byrgingar á, áðrenn hann finnur hann. Lírin er óføra feitur og hildin fyri at vera rættiligt góðgæti. Um summarið síggjast stórar skrápatorvur á sjónum. Tá skrápurin kavar, stendur eitt sprutt upp frá honum, ikki ólíkt grindablástri at síggja nakað burturfrá, og tað hava mong grindaboð verið rópt av skrápatorvu.

Sí eisini

Keldur

Wiki FøroysktSkrápur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

FøroyumKolturTrøllhøvdi

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Star WarsLøgtingsvalið 2022Tony BlairEvropeiska SamveldiðOrlando BloomLíkningVladimir PutinEintracht FrankfurtWikiWikiEmma WatsonBorgarstjóriHolokaustOyggjar í FøroyumGullHillsongGeorg III av StórabretlandiSerbiska fótbóltslandsliðiðÍsland198955 f.Kr.1401SpaniaAlfred HitchcockNorðradalurNew York CitySkjóraSuðuroyar SparikassiFøroya LøgtingBúrfiskur103 f.Kr.8. øld1525EgyptalandForsetavalið í USA 2016Hin føroyski fólkaflokkurinywr7pTónleikurLandafrøðiKyknaFótbólturPi1392KaliforniaVeturSvøríkiIslamForsíðaWikipediaGregorianski kalendarinJustin BieberSovjetsamveldiðOsama bin LadenLeivur EirikssonUpphavsrætturJarnOle Gunnar SolskjærMikhail GorbatjovMicrosoft WindowsStjørnufrøðiStreymoyFøroyskur maturRemigiusz MrózLandbúnaðurKina🡆 More