Koltur

Koltur liggur í ein útnyrðing stutt frá Hesti, sum er minsta bygda oyggj í Føroyum, 2,3 km² til víddar.

Koltur
Koltur
Landafrøði

Vídd 2,3 km²
Vatn 0,0 %

Umsiting
Land Koltur Føroyar
Íbúgvalæra
Fólkatal 1 (2014)

1 fólk býr fast alt árið í Koltri og hevur gjørt tað síðani 1997. Alt ferða- og flutningssamband við Koltur er við tyrluni hjá Atlantsflog. Hon flýgur mikudag, fríggjadag og sunnudag. Hesar dagar ber til at koma til Havnar og aftur sama dag. Til ber at sigla til Kolturs, men av tí at atløguviðurskiftini eru sera vánalig, er tað ikki gjørligt at koma við báti higar uttan í góðum líkindum, tá tað er kyrt. Onki alment ferðasamband er sjóvegis. Koltur er eitt serliga náttúruvakurt stað, umhvørvið alt lýsir føroyska søgu og siðir fleiri árhundrað aftur í tíðina. Møguleikarnir fyri náttúruupplivingum eru stórir, bæði við útferðum í bjørg og haga, men eisini á slættlendinum við gomlu bygningarnar og í fjøruni við tí hvíta sandinum.

Har býr bert ein familja, sum hevur oynna í festi frá tí almenna. Umleið helvtin av Føroya jørð er almenn jørð, sum er býtt sundur í bóndagarðar, sum verða festir til ávísar bøndur. Ein av hesum gørðum er oyggin Koltur. Stórur partur av oynni er eitt høgt fjall, ið hevur givið henni navn, og navnið er av fornnorrønum uppruna, kemur av gamla orðinum koltr, ið merkir fjallaknúkur. Koltur eins og Hestur er bygd longu í landnámstíð ella stutt eftir. Upprunaliga hevur oyggin verið ein garður, men hann er býttur í tveir garðar tíðliga í tíðini, og soleiðis eru komnir tveir býlingar. Tann upprunaligi eitur Heimi í Húsi, og hin yngri Norðuri í Gerðum. Seinri fóru hesir garðar aftur sundur, soleiðis at tað vórðu 4 garðar. Fólkatalið vaks og var um 50, tá ið tað var uppá tað mesta. Bóndahjúnini, sum nú eru, búgva Norðuri í Gerðum, og við hjálp av peningaligum stuðli frá almennum og privatum peningastovnum og grunnum er sett í verk eitt arbeiði at seta tann eldra býlingin, Heimi í Húsi, í upprunaligan stand við sethúsum og úthúsum. Ætlanin við hesum er at varðveita ein gamlan føroyskan býling.

Myndir

Sí eisini

  • myndafrásøgn í Magn, nr. 5, mai 1979

Slóðir

Wiki FøroysktKoltur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið
Koltur  Landafrøðiligt øki

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Per Zachariassen24. maiKrossmerkiSint EustatiusJeremy RennerClaudio MonteverdiMichelle ObamaMadridFrankiska ríkiðMikkjal Mús1296WikiWikiUSAAserbadsjan3. oktoberGásadalstunnilinWikiVigdís Finnbogadóttir1947FraklandOman28. november1950Økisnavn1989Suðuroy6. oktoberVetrar-OL 2014Newt GingrichStevnur í Føroyum1944WikimediaFuglafjørðurKek9qvPeter Fonda13. februarApostólska trúarjáttanin1245FøroyumMichael LaudrupMarius ZiskaSummar11. aprílFríðrikur PetersenMalaria1572Janus DjurhuusLøgtingsformenn í FøroyumVladimir LeninAugustSámarHansina IversenPingvinBretska hersetingin í FøroyumRuhollah Khomeini15. juliJordanFuglakvæðið eldraVivian MaierSunnudagurThor HeyerdahlUEFA Nations League 2018-19Manchester United F.C.Svøríki1. augustFríðrikur X🡆 More