Póllandbóltur

Póllandbóltur ella Polandball sum tað eitur á enskum og fleiri øðrum málum (eisini kent sum Countryball) er eitt brúkaraskapt internetfenomen.

Tað byrjaði á /int/ board of Krautchan.net í 2009. Fenomenið tekur skap eftir einum stórum tali av teknirøðum á internetinum. Teknirøðsfigurnarnir umboða lond og eru teknaðir sum bóltar. Bóltarnir samskifta á hálvbrotnum enskum máli og skemtast við tjóðareyðkennum og altjóða relatiónum. Stílurin verður nevndur bæði Póllandbóltar og Landabóltar (Pollandball og Countryball). Bóltarnir eru teknaðir við litunum á fløggunum hjá ávísum londum.

Póllandbóltur
Brúkaraskaptur Póllandbóltur, sum avmyndar tað pólska flaggið
Póllandbóltur
Britball avmyndar bretar og er teknaður sum bretska flaggið, hevur hatta á høvdinum og tekopp í hondini.

Upprunin til Póllandbóltin

Póllandbóltur byrjaði sum eitt slag av spæli "internetskríggi" millum pólskar brúkarar og brúkarar úr øðrum londum kring heimin á heimasíðuni drawball.com. Heimasíðan loyvir brúkarum at tekna tað sum tey hava hug til. Síðan loyvir eisini brúkarum at tekna útyvir tað sum onnur hava teknað. Krautchan.net er eitt internetforum á týskum máli. /int/ board hjá hesi síðu verður ofta brúkt av enskt-mæltum internetbrúkarum. Sagt verður, at bretski internetbrúkarin Falco hevur uppfunnið byrjanina til Póllandbóltin. Hann brúkti MS Paint fyri at skapa bóltarnar. Síðan var tað ein pólskur brúkari, Wojak, sum gav sítt íkast á hálvbrotnum enskum máli. Seinni hava nógvir russar tikið Póllandbóltin til sín og hava gjørt nógvar teknirøðir um tað.

Keldur

Slóðir úteftir

Wiki FøroysktPóllandbóltur 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Orangutang10. februarSky Ferreira1992Nólsoyingurin 10-mannafarTailendskt málDanskt málJørgen-Frantz JacobsenEnskt mál8. juniVongblá ontListi yvir borgarstjórar í Tórshavnar kommunuØrðavíkarlíðChristchurchÇBringureyðiNorska LøvaNykøbing MorsZinédine ZidaneHans Fróði HansenBeaufort-talvanO19. august200 (rokkbólkur)Kríggið í UkrainaVenesiaRómversk-katólska kirkjanvuxt8Megan FoxBobby FischerEurovision Song ContestBretska hersetingin í FøroyumJemen2016Føroyska fótbóltsmanslandsliðiðSjósílSun TzuTerje Beinar VestergaardVarðin PelagicPaulus ápostulGNU Free Documentation LicenseTindasvínNúverandi hendingar1770-árini.soSNGAlgeriaJohan Henrik SchrøterFrændurMaturInternetDustsúgvariAxel TórgarðShanghaiTórshavnHUXAFyrsti summardagurJapanUpprunafólk í Norður- og Suðuramerika10. januarNorðuramerikaOscar fyri besta filminSovjetsamveldiðArmeniaNorrøntFred AstaireBýurBergen1986🡆 More