Livonskt (līvõ kēļ) hoyrir til finnisku greinina av finno-ugrisku málunum.
Einans 35 fólk duga málið, og einans 10 flótandi. Tað er nær í ætt við finskt, ið verður tosað hinumegin Finnlandsfjørðin, og estiskt. Upprunalandið hjá livonunum er Livonia í Lettlandi norðan fyri Kurlandhálvoynna. Málið er hótt. Nakrir upprunalivonar eru byrjaðir at læra seg málið fyri at geva tí uppreisn. Hetta er tó torført, tí livonar eru ongastaðni í meiriluta og hava nærum ongar møguleikar at nýta málið.
Livonskt līvõ kēļ | ||
---|---|---|
Tosað í: | Lettland. | |
Tosandi íalt: | minni enn 150 | |
Málætt: | Uralsk mál Finno-ugrisk mál Finno-lappiskt Baltiskt finniskt Livonskt. | |
Málkotur | ||
ISO 639-1: | none | |
ISO 639-2: | fiu | |
ISO 639-3: | liv . |
Skriftmálið byggir bæði á estiskt og lettiskt.
Livonskt hevur 13 føll: hvørfall (nominativ), hvørsfall (genitiv), partitiv, hvørjumfall (dativ), illativ, inessiv, elativ, allativ, adessiv, ablativ, translativ og abessiv.
Romanskt bókstavarað:
A/a, Ā/ā, Ä/ä, Ǟ/ǟ, B/b, D/d, Ḑ/ḑ, E/e, Ē/ē, F/f, G/g, H/h, I/i, Ī/ī, J/j, K/k, L/l, Ļ/ļ, M/m, N/n, Ņ/ņ, O/o, Ō/ō, Ȯ/ȯ, Ȱ/ȱ, (Ö/ö), (Ȫ/ȫ), Õ/õ, Ȭ/ȭ, , P/p, R/r, Ŗ/ŗ, S/s, Š/š, T/t, Ț/ț, U/u, Ū/ū, (Y/y), (Ȳ/ȳ), V/v, Z/z, Ž/ž.
Nøkur orð:
hey | Tēriņtš |
eitt | ikš |
tvey | kakš |
trý | kuolm |
fýra | nēļa |
fimm | vīž |
seks | kūž |
sjey | seis |
átta | kōdõks |
níggju | īdõks |
tíggju | kim |
Ein yrking:
MUSTĀ PLAGĀ VALSÕ
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Livonskt mál, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.