Leila Solmunde

Leila Solmunde (fødd 5.

februar">5. februar 1962 í Trongisvági, deyð 10. mars 2012 í Tórshavn) var forkvinna í Giktafelag Føroya í 16 ár, og somuleiðis í MBF í 8 ár. Eisini var hon nevndarlimur í Dugna í 8 ár. Sum 18-ára gomul fekk hon staðfest liðagikt, sum gjørdi, at hon kom at vera bundin at koyristóli stóran part av lívinum. Hon var sera virkin og vird fyri sítt arbeiði á handikapp-politiska økinum. Leila andaðist brádliga av sjúku 10. mars 2012 bert 50 ára gomul. Til jóla 2012 fekk hon posthumt kærleikskúluna 2012 frá Dugna. Karin Kjølbro handaði kærleikskúluna til Mourits, sum er einkjumaður eftir Leilu, og helt eina røðu. M.a. siteraði Karin Leilu fyri at siga: "Eg vil tað eg kann, og eg kann, tað eg vil." Leila var ikki ein ið læt brekið forða sær. Hon var virkin og ferðaðist bæði í Føroyum og uttanlands. Hon skrivaði á heimasíðu sínari: "Mítt brek er ongin forðing fyri at njóta lívið".

Leila Solmunde
Leila Solmunde í Akrabergi í august 2009. Hon vildi vísa á ferðavinnumøguleikar í Suðuroynni fyri fólk við breki.
Leila Solmunde
Leila Solmunde í Sandvík, juni 2009, við standmyndina av Sigmundi Brestissyni. Lítla Dímun hómast í havsbrúnni.

Familja

Foreldur: Jørleif Solmunde úr Søldarfirði og Palma Solmunde, fødd Mortensen úr Trongisvági. Leila giftist Mourits Simonsen úr Fuglafirði, hann er sonur Esmar Simonsen, sum er ættaður av Kirkju og Margrethu Simonsen, fødd Jacobsen ættað av Vatnsoyrum. Tey búsettur á Kambsdali og fingu í 1983 sonin Paula, sum var einasta barn teirra. Ein julimorgun í 2001 vóru tey úti fyri tí stóru sorg at missa einasta barn teirra, tá Pauli doyði í ferðsluvanlukku.

Útbúgving

  • 1979 - Tók realskúlaprógv
  • 1982 - Handilsskúlaprógv á Føroya Handilsskúla
  • Tikið einstakar greinar á HH og HF

Keldur

Slóðir

Tags:

Leila Solmunde FamiljaLeila Solmunde ÚtbúgvingLeila Solmunde KeldurLeila Solmunde SlóðirLeila Solmunde10. mars196220125. februarGiktafelag føroyaKarin KjølbroKærleikskúlanMBFTrongisvágurTórshavn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

UmhvørvisstovanTórshavn6. januarAmerikanska BorgarakríggiðStøddfrøðiManchester United F.C.PálsmessaMarianna Debes Dahl1385NATO1300KópurLRussland22. augustHaagSambindingarorð2013FalkurLundiGuðni Th. JóhannessonStevnur í FøroyumAlaska14. marsÓðin1966Google.yt1402BenelukslondiniVenusTailandJuniHelena Heðinsdóttir1958MarxismaDøgg Nónsgjógv43FøroyingasøgaForsíðaABBAKaviFríðrikur PetersenOrlandoKlaksvíksstríðiðSvøríki1999.myBirmingham (Alabama)1Hansina IversenNew YorkPortugisiskt málTjernobyl vanlukkanFøroyar1913MetalDópur1042HektariBjarnir28. oktoberHongkongSameindu TjóðirFrændur1980Nagoya2014🡆 More