Kári Leivsson: Føroyskur sangari, guitarleikari og tónasmiður

Kári Leivsson (22.

august">22. august 1950 í Havn), (fyrr: "Petersen") skaldanavn Kári P., er føroyskur sangari, guitarleikari, sangskrivari og tónasmiður. Hann er útbúgvin sálarfrøðingur. Kári tók studentsprógv í Hoydølum í 1970 og arbeiddi síðani sum blaðmaður, sjúkrarøktari, húsasmiður, týðari og mangt annað. Í 1995 fekk hann embætisprógv sum sálarfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur búleikast í Danmark, Íslandi og Noregi umframt í Føroyum. Kári P. er gitin í Føroyum fyri sín nýmótans fólkatónleik. Yrkingarnar smæðast ikki burtur, og boðskapur teirra kemur uttan stórvegis trupulleikar á rætta pláss. Tvær fløgur eru tað blivnar til av Kára P., Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin. Á fløguni Hinumegin Ringvegin hoyra vit Kára P. saman við Tórshavnar Manskóri við lagnum "Skygni".

Hann fekk M. A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir í 1995.

Útgivið

Kári er serliga kendur fyri sínar sangir á teimum báðum plátu-og fløguútgávunum ”Vælferðarvísur” og ”Hinumegin Ringvegin”.

  • 1978 - Vælferðarvísur.
  • 1991 - Hinumegin Ringvegin.

Við Debess & Petersen

Debess & Petersen vóru Per Debess og Kári Petersen (nu Kári Leivsson).

  • 1971 - Debess & Petersen, EP, fýra sangir: Heit var náttin, Bláa húsið, Situr tú seggur og Tit sum í fjøru fóru
  • 1973 - Mitt í eini meining, EP, fýra sangir: Laila, Gullkálvavalsurin, Rædda Maria og Mitt í eini meining

Heiðurslønir og virðislønir


Keldur

  • [1], Kári P fekk Mentanarvirðisløn Landsins.
  • MMR.fo, Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgáva Landsins 2009.
  • Bokasolan.fo Archived 2004-11-23 at the Wayback Machine, Kári L. Petersen.
  • Discogs.com

Slóðir

Tags:

Kári Leivsson ÚtgiviðKári Leivsson Heiðurslønir og virðislønirKári Leivsson KeldurKári Leivsson SlóðirKári Leivsson195022. augustFøroyarHoydalarKeypmannahavnTórshavn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Løgmenn í FøroyumUSAMjólkSignabøurFullveldisríkiByzantinska ríkiðKatalanskt málKyrrahaviðMustafa Kemal AtatürkSiliciumHúsavíkarbrøvini19. marsKiribatiHans Jacob JacobsenKirkjubøkurLVeturNApartheidÁlkaPáll Finnur PállSeinni heimsbardagi2009TariJohann Sebastian BachJugoslaviaAmerikanska SámoaLatínamerikaSaba7. januarAnna drotning8 f.Kr.AtlantshaviðFlensborgDunnuvík6. februarHaldarsvíkar kirkja912BloggurUtah28. februarDanmarkHenrik IbsenTinganesBorussia MönchengladbachNóllywood22. øldLatínskt málJordanTær sjey deyðssyndirnar27. marsBorgarstjóri667Concord, New HampshireHaris Alexiou.joPlanturMarshallhjálpinAvstraliaSaudiarabiaPallebaAteismaPeter Fonda🡆 More