Karin Ranvá Kjølbro (fødd 27.
mars">27. mars 1944 í Klaksvík - ) er onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald beinleiðis inn á Føroya Løgting, har hon sat fyri Tjóðveldisflokkin (nú: Tjóðveldi).
Í 1983-1984 var hon blaðstjóri á 14. september, men fór frá við valið í 1990. Hon er útbúgvin sosialráðgevi. Karin eigur trý børn, tvær døtur og ein son, onnur dóttirin, Bergtóra Høgnadóttir varð vald inn á Ting í 2008.
Karin Kjølbro | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. mar 1944 í/á Klaksvík |
Starv | Bachelor of Social Work, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Bergtóra Høgnadóttir Joensen |
Dátuheiti |
Forkvinna í Útnorðurráðnum 1990-1991
Longu í 1979 legði Karin Kjølbro fram uppskot um javnstøðulóg fyri Føroyar. Henda bleiv tó ikki viðtikin fyrr enn í 1996.
Tá ið uppskot um broytingar í §266b fyrstu ferð varð lagt fram á ting í 1989, var Karin Kjølbro úr Tjóðveldi einasti tinglimurin, ið atkvøddi fyri uppskotinum. Lógaruppskotið førdi til, at táverandi samgongan slitnaði, av tí at Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Karin Kjølbro, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.