Jóannis Kristiansen (12.
februar">12. februar 1918 í Leirvík - 3. mars 1988 í Keypmannahavn), ofta eisini nevndur leirvíksmálarin, var listamálari. Hann giftist 1967 við Else Margrethe Bonke úr Hvidkilde á Lollandi, og hon er á mongum av hansara persónsmyndum. Jóannis fór í 1935 til Danmarkar, har hann fór í handverkslæru sum málari. Tá lærutíðin var lokin, var seinni heimsbardagi brostin á, og Jóannis var eins og mangir aðrir føroyingar verandi í Danmark krígsárini. Hesi árini slapp hann at útbúgva seg á listarliga økinum. Í 1941-42 kom Jóannis inn á Tegne- og malerskolen "Studio" í Palægade. Seinni kom Jóannis í læru hjá myndahøggaranum Ib Schmedes, sum hevði næmingar sínar á Den Kongelige Afstøbningssamling á Statens Museum for Kunst, og endiliga – í 1944 – lá gøtan opin inn á Kunstakademiið.
Jóannis varð búgvandi í Danmark til hann doyði í 1988, men vitjaði javnan í Føroyum um sumrini at mála. Nógvir av málningum hansara hava myndevni úr Leirvík og har um leiðir.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Jóannis Kristiansen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.