Føroyskur Klokkulyngur

Føroyskur klokkulyngur (frøðiheiti Erica cinerea) hevur heldur fínar runnar, stívhærdar.

Tær ungu greinarnar eru snøggar. Bløðini smøl, sita í 4-tals kransum, kertilhærd, grøn vetur og summar. Blómurnar í klasum, heldur fáblømd, og ikki berir í erva. Bikarið grønt og nógv styttri enn krúnan, sum er klokkuvaksin, korkareyð og atholvd í erva. Føroyskur klokkulyngur verður upp í 10-40 cm.

Føroyskur Klokkulyngur
Føroyskur klokkulyngur

Nógv grindur runnur. Bløðini 3 og 3 í somu hædd á legginum, 4-5 mm long, dimmgrøn; blaðrendurnar afturábrettar. Bikarbløðini nógv styttri enn tann dimmreyða, klokkuvaksna krúnan; 3 smá hábløð liggja upp at bikarinum. Bl. í august. Veksur á heldur turrum heiðalendi, næstan bara niðarlaga, niðan fyri 300 m.

Ein av eyðkennisplantunum fyri lyngheiðar er klokkulyngur. Hann veksur einans á teimum turrastu lyngheiðunum í Føroyum, og ongantíð oman fyri 200 m. hædd.

Sí eisini

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Fríðrikskirkjan16. aprílSkansinBloggurMariuhønaLeypárLuciano PavarottiShanghaiMiguel de CervantesLiberalismaFranskt málSkótiWikiWikiViggo MortensenSosialistisk UngMichiganTalusyntesaViðarlundin á Sandinum í VágiBóltfelagið 1936Klaksvíkar kommuna881ForsíðaSun TzuSóttin svartaAnita EkbergISlovenskt málApostólska trúarjáttaninHvítravnurWolverhampton1948Bretsku JómfrúoyggjarTróndur EnniArmée de terreÍslendsk WikipediaBayer 04 LeverkusenFerðaráð FøroyaPaulus ápostulTórshavnar kommunaTaivanLeksandGluggarnir1992Kvæði12. aprílTíðarsonurLøgtingsvalið 2019Suni MerkisteinISONorðragøta19431880AnholtSverri Sandberg NielsenGNU Free Documentation License1770-áriniJTinganestMýrisnípa2. juli21. øldVladimir PutinNiðurlendskt málSilkihegri1894Føroyskt (mál)2010Danskt málHvítarusslandEvropaMicrosoft WindowsHUXA2020Johnny Logan🡆 More