Framsøkin Ung (fyrr Framsøkin Ungdómur, stytt FU) er eitt politiskt ungmannafelag í Føroyum.
Framsøkin Ung varð stovnað tann 12. August 2011, og er ungmannafelagið hjá politiska flokkinum Framsókn, ið eisini varð stovnaður í 2011. Virðini hjá ungmannafelagnum eru tey vinnuligu, persónligu og tjóðskaparligu frælsini, eins og hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið ynskir sostatt eisini føroyskt fullveldi. Tó er Framsøkin Ung óheft av móðurflokkinum, politiskt og fíggjarliga. Framsøkin Ung er eitt liberalt og progressivt ungmannafelag, og hava eisini luttikið í almenna rúminum, tá ið kjakast hevur m.a. um Ríkisfelagsskapin, borgarliga víglsu av samkyndum, einskiljing av Rúsdrekkasølu Landsins, viðurskiftir hjá lesandi og ungum, kynskvotur, o.ø.
Á kommunuvalinum 2012, stillaði ungmannafelagið Ólavur í Búrstovu, Harriet Olafsdóttir Av Gørðum og Ríkin Napoleon Djurhuus upp til valevni, á lista floksins. Ongin teirra var tó valdur inn.
Á løgtingsvalinum 1. septembur 2015 stillaði Framsókn formannin, Bjarna Kárason Petersen upp á lista floksins, vegna ungmannafelagnum. Bjarni Kárason Petersen fekk 135 persónligar atkvøður, og bleiv eftir samgongusamráðingunum varamaður fyri Framsókn í valskeiðinum 2015-2019 . Framsøkin Ung hevur sostatt umboðan á løgtinginum regluliga, og er einasta ungmannafelag at hava tað, fyri uttan Kristinu Clementsen í Unga Tjóðveldið.
Framsøkin Ung hevur eitt valevni til kommunuvalið 2016. Aleksandur Leitistein Olsen tillar upp til Tórshavnar býráð, og verður valið hildið 8. Novembur 2016
Framsøkin Ung luttekur á hvørjum ári til tingsetuna hjá UNR (Ungdomens Nordiska Råd), har tey eru ein partur av tingbólkinum NLU (Nordens Liberale Ungdom). Ungmannafelagið hevur í hesum samstarvinum verið við til at gjørt og lagt fram hesi uppskot til samtyktar til tingsetuna:
Ár | Formaður/kvinna |
---|---|
2011 | Harriet Olafsdóttir Av Gørðum |
2012 | Ólavur í Búrstovu |
2013 | Petur Kristinn Vang |
2014 | Bjarni Kárason Petersen |
2015 | Jógvan í Dímun Højgaard |
2016 | Bjarni Rasmussen |
2017 | Bjarni Rasmussen |
2018 | William Bærentsen |
2019 | Teitur Vestergaard Jakobsen |
Sessur | Formaður | Næstformaður | Kassameistari | Skrivari | Nevndarlimur | 1. Tiltakslimur | 2. Tiltakslimur |
---|---|---|---|---|---|---|---|
2011 | Harriet Olafsdóttir Av Gørðum | Jógvan Elias O. Davidsen | Hans A. Norðfoss | ||||
2012 | Ólavur í Búrstovu | Petur Kristinn Vang | N/A | ||||
2013 | Petur Kristinn Vang | Bjarni Kárason Petersen | Ólavur í Búrstovu | ||||
2014 | Bjarni Kárason Petersen | Ólavur í Búrstovu | Høgni Lamhauge | Jógvan í Dímun Højgaard | Sverri Skaalum | ||
2015 | Jógvan í Dímun Højgaard | Bjarni Rasmussen | Bjarni Kárason Petersen | Aleksandur Leitisstein Olsen | Pætur Jákupsson | Tummas Jóhan Sigvardsen | Hanna Vang |
2016 | Bjarni Rasmussen | Aleksandur Leitistein Olsen | Guðrun Jóannesardóttir Henriksen | Tóra á Løgmansbø Bláhamar | William Bærentsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Bjarni Kárason Petersen |
2017 | Bjarni Rasmussen | William Bærentsen | Ludvík Petersen | Aleksandur Leitisstein Olsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | ||
2018 | William Bærentsen | Aleksandur L. Olsen | Ludvík Petersen | Vilhelm Clementsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Teitur Vestergaard Jakobsen | |
2019 | Teitur Vestergaard Jakobsen | William Bærentsen | Jógvan Fríði Tróndarson | Rúna Kass Joensen | Kristian Clementsen | Kristianna Tórheðinsdóttir | Aleksandur Leitisstein Olsen |
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Framsøkin Ung, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.