Advent

Adventstíðin er fyrireiking til jólini.

Hetta orðið verður brúkt til hendan partin í kirkjuárinum, tí vit hugsa um Jesu komu. Adventssunnudagur er nýggjársdagur í kirkjuárinum, og adventstíðin fatar um fýra teir seinastu sunnudagarnar fyri jól. Teir tekstir, sum verða lisnir úr Bíbliuni í gudstænastuni í adventstíðini, siga frá Guds lyftum um ein frelsara, frá fyrijáttanini í Gamla Testamenti og um at vera til reiðar at møta frelsaranum.

Advent
Orðið advent er latínskt orð, sum merkir "koma".

Orðafrágreiðing

Orðið er komið úr latíni í flestøll mál her um vegir; tað er stytting av adventus domini "koma Harrans", av fyrisetingini ad "at, til" og sagnorðinum venire "koma". Norrøna navnið á hesi fyrireikingartíð til jólini var "jólafasta" (jólaføst). Tá hevði fólk - sum føroyingar eisini til fyri stuttum - bindindi at bíða við jólahaldinum, til jólini komu.

Orðið advent (eisini stavsett "atvent") hevur verið lagað at føroyskum framburðarreglum soleiðis, at sagt hevur verið annaðhvørt [advent] við stuttum a-ljóði sum eitt nú í orðinum alv ella [ead-/eatvent] við tvíljóðandi a sum í orðinum at. At siga [a:dvent] við longum óføroyskum [a:], sum nú hoyrist av øðrumhvørjum munni í útvarpi og sjónvarpi, er nýtt og man vera nýkomið úr donskum.

Wiki FøroysktAdvent 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

BíblianGamla TestamentiJesusJólSunnudagur

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

.kwRebekka FugløApostólska trúarjáttaninNorðuramerikaMagnLettlandKöln12. marsBradley CooperKenniorðStóra BretlandSjómílOpið innihaldBobby FischerPlanturSystem of a DownMuslimarLuciano PavarottiBarack ObamaISBNPeter FondaFilipsoyggjar23. juniNólsoyar PállFótbólturReal Madrid C.F.Fróðskaparsetur FøroyaIslamiskur Statur2020-áriniUEFA Champions League 2015-16EysturríkiFraklandFacebookDaniel Jacob DanielsenKommunur í FøroyumSopparGanaMark Cavendish7. januar28. desemberStella ArgusHanus KambanAvstraliaSkótiFuerteventuraÍsraelFólkaræðiliga Lýðveldið KongoOnglandStariStevnur í FøroyumMiðjarðarhavið.nuGuðmundur JoensenHolokaustUSA🡆 More