Tjóðskjalasavnið

Tjóðskjalasavnið er ein almennur føroyskur stovnur, ið er atgongdur fyri øllum.

Tjóðskjalasavnið hevur eina lesistovu á V.U. Hammershaimbsgøta 11 kj., har ein og hvør kann koma og nýta tær keldur, ið eftir lógini eru atgongdar. Um ein ikki hevur møguleika at koma á lesistovuna ber til at nýta heimasíðuna history.fo, har talgildar útgávur av nøkrum pappírssavnidum eru atgeingiligar. "Løgtingslóg um skjalasøvn, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 30. apríl 2018" ásetur karmarnar fyri atgeingi og virkinum hjá Tjóðskjalasavninum. 

Endamálið hjá stovninum er at savna inn og varðveita skjøl, ið hava søguligt virði ella hava fyrisitingarligan og rættarligan týdning fyri borgarar og myndugleikar í Føroyum, og at gera tey atkomulig fyri almenninginum. Tjóðskjalasavnið hevur í dag meira enn 4 km. av skjølum á goymslu.

Søvnini, ið Tjóðskjalasavnið varðveitir, skjalprógva í orðum Føroya søgu, menningina av landinum, stórar hendingar og persónar sum hava havt søguligan týdning, men eisini lívið hjá vanliga føroyinginum gjøgnum tíðirnar. Elsta keldan, ið er í varðveistlu hjá skjalasavnium, er Kongsbókin. Hon fevnir um árini 1274-1441, og inniheldur millum annað Seyðabrævið frá 1298.

Tjóðskjalasavnið varðveitir ikki bert pappír, men eisini skjøl, ið eru talgild av uppruna. Skjøl, ið eru talgild av uppruna, eru truplari at varðveita enn pappír, og mugu vera partur av einum virknum varðveitingarátaki, fyri at tey kunnu lesast og brúkast í framtíðini.

Søgan

Tjóðskjalasavnið hevur røtur aftur til Leigubúðina í Tinganesi. Tá Einahandilin varð avtikin í 1856, varð tað avgjørt, at Leigubúðin skuldi brúkast til "Opbevaringssted for Landets Offentlige Arkiver".

Eitt veruligt skjalasavn varð ikki sett á stovn fyrrenn í 1932 undir navninum Færø Amts Arkiv, tí tá vóru Føroyar framvegis eitt danskt amt. Fyrsti føroyski landsskjalavørðurin var Anton Degn. Hann fór í apríl 1926 niður til Danmarkar at kunna seg um skjalasavnsarbeiði og hann var niðri í 6 ár við stuðli frá Undervisningsministeriet, Løgtinginum og Carlsbergfonden.

Í 1952 var stovnurin saman við Landsbókasavninum yvirtikin sum føroyskur stovnur og skifti navn til Føroya Landsskjalasavn.

Tann 1. januar 2011 var Søvn Landsins sett á stovn. Talan var um fimm landsstovnar, sum vórðu lagdir saman í ein stovn. Teir vóru: Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Náttúrugripasavn, Havlívfrøðiligu Royndarstøðina og Føroya Fornminnissavn. Í 2017 vóru Søvn Landsins aftur býtt sundur í tríggjar stovnar, og stovnurin Søvn Landsins varð avtikin. Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið gjørdust aftur ein sjálvstøðugir stovnar, meðan Tjóðsavn Føroya var sett á stovn, og tað skuldi fevna um museala og antikvariska virksemið hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum.

Í 2018 broytti Føroya Landsskjalasavn navn til Tjóðskjalasavnið.

Tags:

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Galileo GalileiParaguaiGeorgia (USA)TónleikurFerdinand MagellanSun Yat-senClint Eastwood22. juniFyrri veraldarbardagiWikiWikiInternet ExplorerKeypmannahavnPlanturMadonnaPiPink FloydJakartaNúverandi hendingarAlisfrøðiHervør PálsdóttirOlympiskir leikirJanus Wiberg MortensenBeaufort-talvanAretha FranklinDavid WoodardSosialismaFøroyskt málJapanGorfuglurJarnTórshavnar kommuna10. november24. januarEysturtýskland1499David CameronJohann Sebastian BachHelliBygdir og býir í FøroyumStromnessHarvard University2008Leivur EirikssonGeorge WashingtonIngilín Didriksen StrømAnna drotning55 f.Kr.GrønlandSaturnFjøll í FøroyumKLMSkjóraHvítabjarnirNullPallebaFuglar í FøroyumDiego Maradona2019JacksonvilleTariMiðjarðarhaviðNew York CityRoger FedererBretagneBúrfiskurRobert F. KennedySpaniaDavid Bowie1458Donald Trump🡆 More