Smá silkibond (frøðiheiti polygala serpyllifolia ella polygala serphyllaceae) veksur á heiðalendi.
Hon blómar í juni og juli. Hon verður 5 til 15 cm høg. Funnin upp í 600 m. hædd. Blóman er vanligast blá, men ofta hvít ella reyð.
Lýsing: Á turrlendinum, vallaðum haga. Leggirnir eru nógv greindir. Bløðini heil, ótent, tey niðaru andstødd. Blómurnar í klasum frá leggendanum og úr blaðgripum - bert 4-6 blómur í hvørjum, óregluligar. Tey stóru, bláu bløðini eru bikarbløðini; tey leggja seg upp at fruktini, tá ið plantan er avblómað. Krúnublaðflipparnir eru ljósir á liti. Blóman er minni og klænri enn P. vulgaris (stór silkibond). 2-10 blómur á legginum, bláar, reyðar ella sjáldan hvítar. Tey innaru bikarbløðini 4-5 mm.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Smá silkibond, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.