Niels Midjord (føddur 13.
juni">13. juni 1949, deyður 4. juni 2022) var føroyskur arkitektur, lærari, sangskrivari og sangari.
Niels Midjord vaks upp í Fuglafirði. Hann var útbúgvin arkitektur og lærari og hann starvaðist í Fuglafjarðar Skúla í mong ár. Sum arkitektur hevur hann m.a. teknað Mentanarhúsið í Fuglafirði, og hevði eisini eitt uppskot um kirkjubygging, tá ið Fuglafjørður skuldi fáa nýggja kirkju í 80'unum.
Í 2020 stillaði hann upp til kommunustýrisval í Fuglafjarðar Kommunu fyri lista Á.
Hann andaðist, 72 ára gamal, leygardagin fyri hvítusunnu, hin 4. juni 2022.
Seinnu árini er Niels farin at gera alt meira við sangframførslur. Hann byrjaði við at syngja skemtiligar sangir sum "Mín grái fordur" og "Fimm feitar flugur", men síðani er hann farin at framføra meira traditionellan tónleik, millum annað kingosálmar.
Í 2009 gav hann út fløgu saman við Lív Næs, fløgan varð væl móttikin.
Í 2012 útgav Lív Næs sína egnu fløgu, Niels Midjord syngur ein av sangunum Mín lynglitta lá saman við henni.
Í 2013 útgav hann tulkingar av Leonard Cohen, sum hann seng saman við Eilini Hansen.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Niels Midjord, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.