Martin Heidegger (føddur 26.
september">26. september 1889, deyður 26. mai 1976) var ein av størstu týsku heimspekingunum í 20. øld. Kendasta verk hansara er Sein und Zeit, sum kom út á týskum í 1927 og á donskum í 2007 við heitinum Væren og tid. Hann er av katólskari familju, varð føddur í Meßkirch. Foreldur hansara vóru ikki múgvandi og høvdu ikki ráð at senda hann á lærdan háskúla, hann kom tí í staðin at ganga á Jesuitarordanin. Tað vísti seg tó skjótt, at hann hevði sera góð evnir, og slapp hann so at lesa á lærdum háskúla, fyrst las hann gudfrøði í Freiburg, síðan skifti hann til filosofi og tók ph.d. í 1914. Eftir at hava tænt í 1. heimskríggi, var hann hjálparfólk á lærda háskúlanum hjá Edmund Husserl, sum sigst vera faðir at fenomonologi'ini, tað kom at hava stóra ávirkan á hansara hugsunarhátt seinni.
Heidegger fekk í 1923 eitt professorat við tað protestantiska universitetið í Marburg, har hann arbeiddi lið um lið við fólkum sum Rudolf Bultmann og m.a. undirvísti hann Hans-Georg Gadamer og Hannah Arendt.
Í 1933 gjørdist Heidegger limur í NSDAP (stytting fyri Nationalsozialistische Deutsche Arbeiterpartei (Nationalsosialistiski Týski Arbeiðaraflokkurin).
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Martin Heidegger, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.