Lív Maria Róadóttir Jæger: Føroyskur rithøvundur

Lív Maria Róadóttir Jæger (fødd 1981) er føroyskur rithøvundur og yrkjari.

Hon er útbúgvin mag. art. í heimspeki frá universitetinum í Keypmannahavn.

Yrkingar

Hon gav í 2014 LP-platuna 'Mítt navn við hondskrift' út, ein verkætlan, sum umfataði upplestur, tónleik og myndlist. Árið eftir kom yrkingasavnið 'Hvít sól' út.

Í august mánaði í 2020 kom annað yrkingasavnið hjá henni út, við heitinum 'Eg skrivi á vátt pappír'. Fyri hesa bókina fekk hon í oktober mánaði hetta árið Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Útgávur

Tekstir, útgivnir í Vencili

  • Sjey stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 14/2013, s. 25-31.
  • Fimm stuttprosatekstir (stuttprosa). Nr. 15/2015, s. 41-45.

LP-plátuútgáva

  • Mítt navn við hondskrift - 2014 (saman við Lasse Thorning Jæger og Hanni Bjartalíð)

Yrkingasøvn

  • Hvít sól (Prosayrkingar) - Mentunargrunnur Studentafelagsins 2015
  • Eg skrivi á vátt pappír (bókaútgáva í átta pørtum) - Forlagið Eksil 2020

Heiðurslønir

  • 2020 - Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.

Familja

Lív Maria Róadóttir Jæger er dóttir Sólrun og Róa Patursson. Eldra systir Lív Mariu, Unn Patursson, hevur fingist við tónleik av ymsum slag í mong ár. Undanfarnu árini gjørdi hon eisini onkuntíð tónleikin til tekstir hjá yngru systir síni.

Lív Maria er gift við ljóðlistamanninum og tónleikaranum Lasse Thorning Jæger, sum gjørdi tónleikin til LP-plátuna 'Mítt navn við hondskrift' frá 2014.

Keldur

Ávísingar úteftir

Tags:

Lív Maria Róadóttir Jæger YrkingarLív Maria Róadóttir Jæger ÚtgávurLív Maria Róadóttir Jæger HeiðurslønirLív Maria Róadóttir Jæger FamiljaLív Maria Róadóttir Jæger KeldurLív Maria Róadóttir Jæger Ávísingar úteftirLív Maria Róadóttir Jæger1981HeimspekiKeypmannahavnar Universitet

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

LMóritiusGeorgiskt mál4UTCPáskirHøllin á Hálsi1948PeruSólinHondbólturÁland6Enskt (mál)1999MaturJon LovitzAllan NorðbergViðareiðiWikimediaFríðrikur PetersenADanskt málRusslandMarius ZiskaAstrið FoldarskarðAltjóða arbeiðaradagur15. januarKolSeinastu andlátiniSálmabók Føroya KirkjuRoysikøtturCOVID-19 alheimsfarsóttin í FøroyumJamaikaNorðuramerikaTour of FlandersForsíðaJazzFøroyskur dansurEFótbóltur11. augustNúverandi hendingarColoradoNobelvirðislønin í alisfrøðiHegriTíðarsonurErla kongsdóttirHanne BoelBussleiðinFøroyska fótbóltsmanslandsliðið7SovjetsamveldiðTerji RasmussenHStar WarsBetty WhiteTurkmenistan19931917Postnummur í FøroyumDArabiska hálvoygginFrakland.um🡆 More