Bussleiðin

Bussleiðin, sum er savnaða heitið fyri býbussarnar í Havn, byrjaði í 1979.

Frá fyrstan tíð var ætlanin, at eingin skuldi hava longri enn 150m at ganga til nærmasta busssteðgistaðið. Seinastu árini hevur tað verið ókeypis at koyra við Bussleiðini í Havn. Hetta var ein roynd í 2007, og árið eftir varð avgjørt at halda fram við hesi skipan. Ferðaætlanin verður býtt sundur í 5 bussleiðir og 6 skúlaleiðir.

Í 2011 vóru 14 nýggir bussar keyptir til býbusskoyringini hjá Tórshavnar kommunu. Teir nýggju bussarnir eru betri egnaðir til barnavognar o.a. Bussarnir eru nú útgjørdir við KT-tøkni. Umframt at teldusamband er í bussinum ber til við fartelefon at síggja, hvar bussurin er.

Bussleiðirnar

Bussleiðirnar eita 1, 2, 3, 4, 5V og 5E. Leið eitt koyrir út á Hamarin í Argjum, Landssjúkrahúsið, til Handilsskúlan, í miðbýnum og niðan á Ternurygg, leið 2 koyrir til Argja skúla, Eysturskúlan, Studentaskúlan, Inni á Gøtu, Løgmannabreyt, Hoyvíkar Skúla, Berjabrekku, miðbýin og Landssjúkrahúsið. Leið 3 koyrir til Norðasta Horn, Miðbýin, Berjabrekku, Millum Gilja, Skúlan við Løgmannabreyt, Hoyvíkar Skúla, Studentaskúlan og Eysturskúlan. Leið 4 koyrir eitt nú norður til Kollafjarðar, til Farstøðina í Havn, Handilsskúlan, Svimjihøllina, á Hálsi, Studentaskúlan, Undir Krákugjógv, Svimjihøllina, Signabø, Við Sjógv og Norðuri í Sundum. Leið 5V koyrir eitt nú til Kaldbak, Kaldbaksbotn, Sandvíkarhjalla, Hvítanes, Studentaskúlan, Norðasta Horn, Velbastað (til Frískúlan), Kirkjubø og Norðasta Horn umframt ymsastaðni í Miðbýnum. Leið 5E koyrir eitt nú til Kirkjubø, Gomlu Rætt, Velbastað, Norðasta Horn, Tekniska Skúla, Eysturskúlan, Studentaskúlan, Hvítanes, Sandvíkarhjalla og Kaldbak. Bussleiðin koyrir ikki sunnu- og haldidagar, um ikki annað er lýst, leið 5E og 5V koyra bert mánadag til fríggjadag, um ikki annað er lýst.

Keldur

  • Bussrutan byrjað... Í: Myndablaðið NÚ, nr. 13, 1979

Slóðir úteftir

Tags:

1979Tórshavn

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Nikola TeslaSaudiarabiaHans ZimmerGoidelisk mál1979850LundiFaroese Music AwardsHelsingforssáttmálinOrðaflokkurMeksikoOyggjar í FøroyumSambandsflokkurinOSpanskt málFøroya steintoyScience fiction3. marsFíggjarkreppan 2007-200924 f.Kr.Henry Kissinger2001KiliRonald ReaganNýonglandPakistan1966VinnuháskúlinSøguligar hendingarSkjaldarmerkiKenniorðNoregBrasilia185120. februarJóhannes av SkarðiAbraham LincolnOpið innihaldGregorianski kalendarinBrynhildar tátturTýsklandGanaTórshavnar kommunaSvenskt mál22. novemberMikudagurEstiskt málSkarðFramsóknKasakstan2019PingvinKolturNigeria.kiStóra BretlandDLuciano Pavarotti7. øldStórabretlandAlgeria🡆 More