King Of The Hill

King of the Hill er ein amerikonsk teknifilmsrøð skapað av Mike Judge and Greg Daniels fyri Fox Broadcasting Company.

Tað var Mike Judge, sum fekk hugskotið til eina sjónvarpsrøð um familjuna Hill, og hugskotið um at gera gjøldur við amerikanska miðalklassanum og øllum hinum var so gott, at King of the Hill 20 ár seinni telist millum best umtóktu røðirnar í USA. Familjan úr Arlen í Texas hevur verið á sjónvarpskíggjunum síðani janar í 1997. Síðani er heimurin við Arlen, sum Mike Judge fyrst og fremst stendur aftanfyri, vorðin kendur fyri ógvuliga nógv fólk kring heimin. Umframt familjuna Hill eru nógvir aðrir stuttligir persónar í røðini. Teir ymisku persónarnir, sum Bill Dauterive, Dale Gribble og Jeff Boomhauer, ganga aftur. Til tíðir hevur King of the Hill verið serliga væl dámt, og tað var miðskeiðis í 2000-unum, at røðin toppaði. Mongu seinastu árini er røðini send í bestu senditíð í USA, og eisini í Evropa eru King of the Hill væl umtókt. Tá teknirøðin varð send fyri fyrstu ferð í 1997–1998, sóu í miðal 16,3 milliónir fólk í USA teknirøðina.

King of the Hill
Skapað av
  • Mike Judge
  • Greg Daniels
Røddir
  • Mike Judge
  • Kathy Najimy
  • Pamela Adlon
  • Brittany Murphy
  • Johnny Hardwick
  • Stephen Root
Upprunaland USA
Tal av sesongum 13
Tal av pørtum 259
Framleiðsla
Framleiðari(ar)
  • Mark McJimsey
  • David Zuckerman
Tíðarskeið 20–22 minuttir
Framleiðslu virki
  • 20th Century Fox Television
  • 20th Television Animation
  • 3 Arts Entertainment
Filmsútleigari 20th Century Fox Television
Útgáva
Upprunarásrás Fox (1997-2009), Syndication (2010), Hulu (2023-)
Upprunaliga útgivið 12 januar 1997 (1997-01-12)

Hill-famlijan: Hank, Peggy, Bobby, Luanne og hundurin “Lady Bird” hava verið støðugt at síggja í 2 áratíggju. Fox hevði fram til 2010 gjørt 259 partar av sjónvarpsrøðini. Partur nummar 260 verður sent í amerikanskum sjónvarpi í 2023.

Sjónvarpsrøðin hevur fingið fleiri virðislønir: BMI Film & TV Awards (1998), Primetime Emmy Awards (1998, 1999 og 2002), Annie Awards (2001, 2002 og 2004) og Prism Awards (2009).

Tags:

2000-áriniEvropaTexasUSA

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

1986Thor HeyerdahlGrendFuglar í Føroyum1600-áriniMýrisnípaKlaksvíkJens Pauli HeinesenAugustVigdís FinnbogadóttirSandra BullockFjodor Dostojevskij18. januarAlfrøðiGeorg III av StórabretlandiKlaksvíkar Svimjihøll1966KappróðurHúsavíkarbrøviniOmanFøroyingarVatnorkaSørvágurJordan1947Fróðskaparsetur FøroyaSaratovPretoriaEvropaISO 8601KakáAmtmenn í FøroyumPáll Finnur PállWilliam HeinesenGrikkaland14. januarLandsstýri síðan 194826. aprílÚlvur163216. januar15. øldUkrainaÍsraelSkótiRabat (Marokko)Skála Ítróttarfelag1922200 (rokkbólkur)1892HM í fótbólti 2006JerseyJodFøroyskur maturJørðinTvøroyrar BóltfelagKasakstanNiðurlondÍtróttur200910. august2020-áriniTailendskt málKarl Martin SamuelsenNikita KhrusjtjovTansaniaAlgeria🡆 More