Jói (frøðiheiti - Stercorarius pomarinus) er væl størri enn vanligi kjógvin.
Á bakinum er hann grábrúnur; hálsurin er hvítur, gulligur niður frá vangunum; næstan allir eru bringuhvítir. Snældufjaðrarnar eru breiðari í aftara enda og soleiðis snaraðar, at tá ið fuglurin situr, liggur fremri endin av teimum flatur, meðan á aftara enda vendir annar jaðarin beint upp og hin niður. Úti á havi jagstrar hann ofta ritur; snúiligur, sum hann er, kastar hann sær ofta á liðina, og tá er snældan øll kløn at síggja; kvikur vendir hann sær á, bakið upp, og í stundini sýnist snældan at fáa ein knøtt á endan. Á land kemur hann ikki. Hann eigur einans norðuri í kuldanum. Um veturin flytur hann suður í lýggjari sjógv.
Jói | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Støða | ||||||||||||||
Vísindaflokking | ||||||||||||||
|
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Jói, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.