Harry Potter og Arvalutir Deyðans 1.
Land | USA Bretland |
Mál | Enskt |
Sjangra | Ævintýr Familja |
Leikstjórn | David Yates |
Framleiðari | David Heyman David Barron J.K. Rowling |
Leikrit | J.K. Rowling |
Tónleikur | Alexandre Desplat John Williams |
Fíggjarætlan | $ 927,305,868 |
Spælitíð | 146 minuttir |
Aldursmark | 15 ár (í Danmark) |
Útgávudato | 18. november 2010 |
Almenn heimasíða | Warnerbros |
partur (enskt upprunaheiti: Harry Potter and the Deathly Hallows: Part 1) er gjørdur út frá sjeyndu bókini um Harry Potter, sum eitur Harry Potter og Arvalutir Deyðans eftir J.K. Rowling. Bókin er filmatiserað í tveimum partum, tí bókin er so long. Hetta er so fyrsti parturin. Filmurin snýr seg um Harry Potter og vinfólk hansara, Ron og Hermione, sum fara at leita eftir horcruxunum hjá Voldemort. Um tey ikki finna horcruxarnar og oyðileggja teir, so er tað eingin møguleiki, at tey kunnu beina burtur fyri Voldemort.
Hesin filmurin er ikki so líka sum hinir, og tað kemur kanska av, at hetta er fyrstu ferð, at Harry ikki fer á Hogwarts.
Vit byrja nærum við einum brakið, har nýggi Gandamálaráðharrin, Davy Jones (Bill Nighy) sigur okkum hvussu myrkar tíðirnar hjá gandaheiminum eru vorðnar nú Voldemort aftur er uppá spæl. Harry skal flytast frá gamla heimi sínum til húsini hjá Ron, og sjálvt um vit síggja 7 persónar umgerast til hvør sína útgávu av Harry megnar Voldemort at finan fram á tann rætta, men gamli trupulleikin frá "Harry Potter og Eldbikarið" er enn har. Gandastavirnir hjá Harry og Voldemort eru eins, og tí kunnu teir ikki brúkast móti hvørjum øðrum. So meðan Voldemort fer á skattajakt eftir einum nýggjum stavi, fer Harry at leita eftir Horcruxes, sum eru lutir, ið innihalda ein part av sálini hjá Voldemort.
Voldemort hevur fingið nógv vald í gandaheiminum, og alsamt fleiri fólk doyggja, helst tey mugglaraføddu eru fyri ágangi. Tað er ringt hjá Harry, Ron og Hermione at stóla upp á fólk, tí tað er ringt at siga, hvør er farin í part við Voldemort. Tey trý vinfólkini flýggja alla tíðina, og eingin teirra veit rættiliga, hvar leitanin eftir horcruxunum skal byrja.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Harry Potter og arvalutir Deyðans 1. partur (filmur), which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.