Fiskimarkið , eisini kallað sjómarkið, er mark um tað sjóøki, eitt land kannar sær og treytar sær rætt at ráða yvir.
Føroyar fingu 3 fjórðinga fiskimark í 1901. Í 1961 var flutt út á 12 fjórðingar og í 1. januar 1977 út á 200 fjórðingar, eftir at m.a. Ísland í 1972 hevði sett sær 50 fjórðinga fiskimark og í 1975 víðkað tað út á 200 fjórðingar. Fyri at tann flotin, serliga bretskir trolarar, ið nú varð trokaður út av íslendsku grunnunum, ikki skuldi leggjast á føroysku grunnarnar í staðin, fluttu føroyingar eisini sítt fiskimark út á 200 fjórðingar.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Fiskimark, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.