Føroyar Á Oyggjaleikum 2013

Føroyar luttóku á Oyggjaleikum 2013 við 100 ítróttarfólkum, sum kappaðust í 11 ítróttargreinum: badminton, beach volley, fimleiki, flogbólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triatlon.

Føroyska ferðaliðið fór til Bermuda við Atlantic Airways, sum millumlendi í Íslandi og í Kanada á veg yvir. Føroyar endaði á 7. plássi við 10 gull, 12 silvur og 14 bronsu heiðursmerkjum. Vanliga vinnur Føroyar nógv heiðursmerki innan ítróttargreinar sum svimjing og bogaskjóting, men hesaferð vóru ongi umboð við frá Føroyum í hesum ítróttargreinum.

Heiðursmerki

1. dagin, 14. juli 2013

  • Gull í liðfimleiki, teir fýra íðkandi vóru: Bogi Berg, Øssur Debes Eiriksfoss, Olivur Debes Eiriksfoss og Jóni Brandsson Christiansen. Gullið var fyrsta liðgullið í fimleiki hjá Føroyum nakrantíð.
  • Gull í liðkapping í skeet (skjóting), tað vóru Marius Joensen og Sámal Debes ið vunnu gullið við 167 stigum.
  • Silvur í 100 km súkkling - Torkil Veyhe
  • Silvur í triatlon - Guðmundur Joensen
  • Bronsa í liðkapping í fimleiki - Fríðhild Reinert Norðgerð, Birita Poulsen, Anita Sigmarsdóttir Davidsen, Eydna Eivindardóttir Danielsen og Katrin Sólrunardóttir Wardum

2. dagin, 15. juli 2013

  • Gull í 10.000 metra renning, kvinnur, Valborg Heinesen við tíðini 38:01.20 minuttir.
  • Silvur í hæddarlopi - Øssur Debes Eiriksfoss leyp 2,01 metrar, sum var nýtt føroyskt met.
  • Bronsu í Trap (eitt slag av skjóting) - Esmar Andreasen og Ragnar við Streym, teir fingu 137 stig, Menorca vann við 157 stigum og Caymanoyggjarnar fingu silvur við 150 stigum. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at Føroyar hava fingið heiðursmerki í trap.
  • Bronsu í badminton, liðkapping - í bronsudystinum vann Føroyar 3-0 á Bermuda, Niclas Eysturoy vann í einmannsleiki hjá monnum (2-0). Rannvá Carlsson vann í einmannsleiki hjá kvinnum (2-0). Og í triðja og avgerandi dystinum vunnu Niclas Eysturoy og Flóvin Mikkelsen í tvímannsleiki hjá monnnum (2-0)
  • Bronsu í 10.000 metra renning, menn - Marnar Djurhuus við tíðini 33:14.40 minuttir.

3. dagin, 16. juli 2013

  • Gull í fimleiki, í ringunum - Valery Savins
  • Gull í fimleiki, í lopi um hest - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, á gólvi - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, í ringunum - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, í barr - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í súkkling, einkultstarti, menn - Torkil Veyhe
  • Bronsu í fimleiki, í ringunum - Bogi Berg
  • Bronsu í fimleiki, í lopi um hest - Bogi Berg
  • Bronsu í súkkling, einkultstarti, kvinnur - Súsanna Skylv Sørensen
  • Bronsu í klingruvarpi - Heri Ziska, hann kastaði 39,77 metrar.

4. dagin, 17. juli 2013

  • Gull í skjóting - Marius F. Joensen
  • Bronsu í 5000 metrar renning - Marnar Djurhuus við tíðini 15.46,70 minuttir.
  • Bronsu í spjótkasting - Rógvi Højgaard, sum kastaði 54,05 metrar.
  • Bronsu í fjallasúkkling, Cross Country - Helgi Winther Olsen við tíðini 1.24.43,355

5. dagin, 18. juli 2013

  • Gull í fimleiki, í lopi um hestin - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Silvur í fimleiki, í lopi um hestin - Bogi Berg
  • Silvur í fimleiki, í rekk - Jóni Brandsson Christiansen
  • Silvur í fimleiki, í ringum - Øssur Debes Eiriksfoss
  • Bronsu í fimleiki, í lopi um hestin - Aron Jacobsen
  • Bronsu í filmleiki, í paralellbarr - Aron Jacobsen

6. dagin, 19. juli 2013

Vannlukka eftir heimkomuna

Ferðaliðið úr Føroyum, sum var á Oyggjaleikunum á Bermuda, kom heim aftur til Føroya sunnumorgun 21. juli 2013. Á veg til Havnar hendi ein syrgilig ferðsluvanlukka, tá ein hýruvognur fór út av vegnum á Sandavágshálsi, og allir tríggir menninir ið vóru við bilinum lótu lív. Teir tríggir vóru: Hýruvognsførarin Hans Mortensen, formaðurin í Badmintonsambandi Føroya og stjóri á Vinnuháskúlanum Vilhjálmur Gregoriussen og Høgni Carlsson, sum var virkin innan bandminton í Føroyum og var við sum leiðari á ferðini. Hann var eisini pápi badmintonleikararnar Rannvá Djurhuus Carlsson og Brynhild Carlsson.

Keldur

Tags:

Føroyar Á Oyggjaleikum 2013 HeiðursmerkiFøroyar Á Oyggjaleikum 2013 Vannlukka eftir heimkomunaFøroyar Á Oyggjaleikum 2013 KeldurFøroyar Á Oyggjaleikum 2013Atlantic AirwaysBadmintonFlogbólturFrælsur ítrótturGolfKanadaOyggjaleikir 2013TennisÍsland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

SaratovTerna1975AstatPretoriaKveikiVágurHøvuðsstaður20. februarHenry FordBilarKanada.auVarðin Pelagic24. aprílFranz BeckenbauerÚlvur11. aprílMeginfelag Føroyskra StudentaBloggurMadridHanus KambanMichel PlatiniÁrFlaggdagarKlaksvíkingur 10-mannafarBrisSjókúgvDagur og vikaBaraldurTopografisk kortHans Jacob W. HjelmNólsoyar PállRógvi á RógvuPauli DahlGylfi SigurðssonSveisMozilla FirefoxNýsæland15. øldJodØ1012Winston Churchill1918LMustafa Kemal AtatürkAlgoritmaJens Pauli Heinesen912Hans Jacob JacobsenSeyðurAlmannastovanØkisnavn1945Sjúrður SkaaleKrossmerkiMaldivoyggjarOmanHenry KissingerFakfeløg18938 f.Kr.Føroyar1970Jens Olivur Lisberg14. januarOyraTyrlurAvstraliaNorðurkoreaKristoffur KolumbusSóttin svarta🡆 More