Bretsku Jómfrúoyggjar (enskt: British Virgin Islands) er ein oyggjabólkur í Vesturkaribiska havinum, eystanfyri Puerto Riko.
Oyggjabólkurin hoyrir politiskt til Stóra Bretland. Oyggjabólkurin er samantalt 153 ferkilometrar, onkustaðni ímillum Sandoy og Suðuroy í stødd.
Bretsku Jómfrúoyggjar er ein av trímum oyggjabólkunum, ið saman mynda Jómfrúoyggjar í Karibia. Hinir báðir oyggjabólkarnir eru Amerikonsku og Puertorikansku Jómfrúoyggjar. Allar hesar oyggjarnar eru partur av Smáu Antilloyggjum.
Bretsku Jómfrúoyggjar fevnir um fýra stórar oyggjar og 50 smáar oyggjar. Samlaða víddin hjá hesum oyggjunum er 153 km². Í 2018 búðu uml. 35.800 fólk á oyggjunum. Høvuðsstaðurin eitur Road Town. Hann liggur miðskeiðis í størstu oynni, Tortola.
# | Oyggj | Stødd (km2) | Stødd (sq mi) | Fólkatal (2010) |
---|---|---|---|---|
1 | Tortola | 55.7 km² | 21.5 sq mi | 23,908 |
2 | Anegada | 38 km² | 15 sq mi | 200 |
3 | Virgin Gorda | 21 km² | 8 sq mi | 3,000 |
4 | Jost Van Dyke | 8 km² | 3 sq mi | 297 |
64°30′00″W / 18.50000°N 64.50000°W
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Bretsku Jómfrúoyggjar, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.