Absalon Guttormsen (5.
mai">5. mai 1830 – 11. juli 1902) var bóndi í Útistovu á Trøllanesi. Hann var sjálvlærdur lærari í Kalsoynni 1875 – 1893. Hann var virkin í Føringafelag og var frá umleið 1870 íðin fráhaldsmaður, og virkaði fyri at stovna fráhaldsfeløg ymsastaðni, serliga í Norðoyggum og í Eysturoy. Tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877.
Absalon Guttormsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 5. mai 1830 í/á Trøllanes |
Andaðist | 11. jul 1902 í/á Trøllanes |
Starv | politikari, bóndi, lærari |
Dátuheiti |
Absalon var bóndasonur í Útistovu á Trøllanesi, elstur av 4 systkjum. Hann fór ungur til Tvøroyrar, har hann lærdi til snikkara. Absalon festi eftir pápan, Guttorm Absalonsen, í 1857, 26 ára gamal, og sat við festinum í 39 ár, tá sonurin Poul Johannes tók festið eftir hann. Absalon giftist í 1855 við Ellen Sofie Jensdatter av Viðareiði. Tey fingu 9 børn, ið øll fingu eftirnavnið Østerø. Absalon var framburðsmaður, og longu í 1865 var hann partaeigari í Norderø Fiskeri- og skibsselskab af 1865, sum árið eftir keypti skonnartina Caprice, 63 registartons til støddar. Endamálið var at reka fiskiskap undir Føroyum og síðani farmasigling afturat. Eftir miseydnaða roynd at reka fiskiskap fór skipið í farmasigling, og í 1871 keypti skiparin, Jóhannes Johansen allan partapeningin. Í 1872 var við lóg ásett, at øll børn yvir 7 ára aldur skuldu hava skúlagongd. Absalon átók sær sjálvur at vera lærari í Kalsoynni 1875 til 1893, og í 1895-96 var hann lærari í Kunoy, hóast hann ikki var læraralærdur. Hann var talsmaður fyri at fáa føroyskt mál inn í skúlan og at avtaka uttanatslæruna. Frá umleið 1870 var Absalon íðin talsmaður fyri fráhaldsrørsluna, ið tók seg upp um hetta mundið. Hann ferðaðist um allar Norðuroyggjar og eystursíðuna á Eysturoynni og eggjaði til at stovna fráhaldsfeløg fyri at tálma stóru rúsdrekkanýtsluni. Absalon var íðin tjóðskaparmaður og virkin í Føringafelag. Í blaðgreinum (td. Dimmalætting nr. 49, 1895) streingir hann á fyri at vinna føroyskum máli rættindi í kirkju og á tingi. Hann var tingmaður fyri Norðuroyggjar 1861 – 1869 og 1873 – 1877. Absalon doyði brádliga á Trøllanesi 11. juli 1902, 72 ára gamal. Hann er grivin á Trøllanesi, har minnissteinur er settur yvir hann. Steinurin hevur hetta ørindi, eftir Símun av Skarði, sum innskrift:
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Absalon Guttormsen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.