Hendingar
- 1653 - Oliver Cromwell tekur ræðið í Bretland undir heitinum „Lord Protector“.
- 2012 - Pál Joensen vann bronsu á HM á stuttgeil í 1500 metrum frí við tíðini 14:36.93, danin Mads Glæsner vann kappingina við tíðini 14:30.01. Bronsu heiðursmerkið sum Pál vann var tað fyrsta heiðursmerki í HM í svimjing, sum nakar føroyingur nakrantíð hevur vunnið. Í juni 2013 varð bronsan broytt til silvur, av tí at danin Mads Glæsner, sum vann gull í somu kapping, varð dømdur fyri doping og misti tí heiðursmerkini, ið hann hevði vunnið á HM á stuttgeil í 2012. Dopingroyndirnar vóru tiknar undir HM stevnuni.
- 2013 - Føroya fyrsti langhylur varð reisur á Oyrunum í Vági. Hann væntaðist tá at gerast liðugur á sumri 2014.
- 2014 - Yvirgangsálop var framt móti einum skúla í Peshawar í Pakistan, har ið í minsta lagi 145 fólk lótu lív, av teimum vóru 132 børn millum 8 og 18 ár. Tað vóru sjey vápnaðir menn, ið vóru limir í Tehreek-e-Taliban Pakistan, ið framdu illgerðina.
Føðingar
- 1770 - Ludwig van Beethoven, týskt tónaskald (d. 1827)
- 1775 - Jane Austen, enskur rithøvundur (d. 1817)
- 1866 - Wassily Kandinsky, russiskur málari (d. 1944)
- 1917 - Arthur C. Clarke, enskur rithøvundur (d. 2008)
- 1928 - Philip K. Dick, amerikanskur rithøvundur (d. 1982)
- 1938 - Liv Ullmann, norsk sjónleikarinna.
- 1946 - Benny Andersson, svenskur sangari (ABBA).
- 1963 - Benjamin Bratt, amerikanskur sjónleikari.
- 1973 - Mariza, portugisisk songkvinna.
- 1988 - Mats Hummels, týskur fótbóltsleikari.
- 1997 - Zara Larsson, svensk songkvinna.
Andlát
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article 16. desember, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.