Ólafur Ragnar Grímsson

Doktor Ólafur Ragnar Grímsson, føddur 14.

mai">14. mai 1943 í Ísafirði í Íslandi, er íslendskur politikari og fyrrverandi forseti Íslands. Hann varð valdur í 1996-2016, og hevur metið sum tann forsetin í Íslandi, ið hevur vunnið flest forsetaval, og verið longst virkandi forseti.

Ólafur Ragnar Grímsson
Ólafur Ragnar Grímsson (2010)

Lívsleið

Ólafur er føddur í Ísafirði í 1943, sonur ein hárskera og eina heimagangandi húsmóðir. Í 1974 giftist hann Guðrún Katrín Þorbergsdóttir, og eitt ár seinni fingu tey tvíburadøtur. Døtur teirra eita Guðrún Tinna og Svanhildur Dalla.

Kona Ólafs doyði av leukemi í 1998. Hon var sera væl dámd, og tjóðarsorg var tá tíðindi um deyða hennara bórust.

Ólafur Ragnar Grímsson 
Dorrit Moussaieff (2012)

Á 60 ára føðingardegi sínum í 2003, giftist Ólavur Dorrit Moussaieff, sum var ísraelsk, men hevði búð stóran part av lívi sínum í Englandi. Hon fekk íslenskan ríkisborgaraskap í 2006. Dorrit er kend fyri at hava sagt, í beinleiðis sending, í íslenska kringvarpinum: "Ísland er ekki lítið land. Ísland er stórasta land í heimi", á føroyskum, "Ísland er ikki eitt lítið land, men heimsins stórasta land". Ein málvilla sum íslendingar javnan endurtaka í vinarligum skemti sín ímillum.

Lívsleið innan politikk

Ólafur sat í stjórn íslenska Framsóknarflokksins frá 1967 - 1974, men sleit seg burtur frá flokkinum í 1974, og fór upp í flokkin Samtök frjálslyndra og vinstri manna. Har var umboð til flokkurin gavst í 1976. Frá 1977 - 1996 umboðaði Ólafur flokkin Alþýðubandalagið, millum annað sum fíggjamálaráðharri frá 1988 - 1991, og í 1996 varð hann valdur til forseta fyri fyrstu ferð.

Forseti Íslands

Ólafur er fyrsti forseti í søgu Íslands, sum hevur noktað at skrivað undir og góðkent lógir sum altingið hevur lagt fram fyri hann. Hetta hendi í 2004. Um so kemur fyri, at ein forseti noktar, skal, eftir lógini, ein fólkaatkvøða setast í verk, men tað hendi ikki, tá altingið tók lógaruppskotið aftur áðrenn fólkaatkvøðan skuldi setast í verk.

Íslenska tjóðin fanst hvassliga at forsetanum í 2008, aftaná stuðul hansara við íslenskar fyritøkur á alheimsmarkaðinum, og samband hansara og vinskap við teir ríku handilsmennirnar, ið vórðu orsøk til fíggjarkreppuna.

Noktan av miðla lógaruppskotinum í 2004

Ólafur noktaði at skriva undir lógaruppskot um tingstýrt eftirlit við teimum íslensku fjølmiðlunum. Lógaruppskotið var tikið aftur áðrenn tað kom til fólkaatkvøðu. Ein onnur líknandi lóg varð tó góðtikin í 2011.

Hjartaskurðviðgerð í 2008

Í oktober 2008, varð forsetin lagdur undir hjartaskurðviðgerð. Tjóðin frætti ikki um skurðviðgerðina fyrr enn nakrar dagar seinni. Í fráveru forsetans, hevur forsetismálaráðharrin vald hansara sambært lógum Íslands.

Fundur við sendiharrar í Norðurlondum 2008

Í november 2008, varð hildin fundur millum forsetan og sendiharrar í Norðurlondum. Sæmbart skrivi, sum lak til fjølmiðlarnar, var forsetin sera hart orðaður, og fanst at Norðurlondunum fyri ikki at hava hjálpt Íslandi í fíggjakreppuni.

Geir H. Haarde biður um lov til at siga upp starvi

Geir H. Haarde, táverandi forsetismálaráðharri, bað um loyvi, í januar 2009, til at siga seg úr starvi, vegna atfinningar tjóðarinnar, um leiðslu hansara í fíggjarkreppuni. Forsetin játtaði, og virkaði Jóhanna Sigurðardóttir sum forsetismálaráðharri, til næsta val sum var 26. apríl sama ár.

Miðlaatfinningar

Í nýggjárstalu síni í 2012, boðaði Ólafur frá at hann ikki stillaði upp aftur til forsetaval sama ár, men ætlaði at venda sær til onnur størv. Hann noktaði at geva meira innlit í avgerð sína tá miðlarnir spurdu.

Íslenska tjóðin byrjaði undirskriftasamling, til at heita á forsetan at stilla uppaftur, og savnaðurst 30.000 undirskriftir. Á fjølmiðlafundi í endanum á februar, segðist Ólafur umhugsa at stilla upp, og boðaði endanliga frá at hann stillaði upp í mars mánaði 2012. Ólafur vann forsetavalið við 52% av atkvøðunum, og varð fyrsti forseti Íslands at sita 5 skeið sum forseti. Eingin forseti í Íslandi hevur sitið meira enn 4 skeið.

Keldur

Wiki FøroysktÓlafur Ragnar Grímsson 
Wiki Commons logo
Sí miðlasavnið

Tags:

Ólafur Ragnar Grímsson LívsleiðÓlafur Ragnar Grímsson Lívsleið innan politikkÓlafur Ragnar Grímsson Forseti ÍslandsÓlafur Ragnar Grímsson MiðlaatfinningarÓlafur Ragnar Grímsson KeldurÓlafur Ragnar Grímsson14. mai194319962016Ísland

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

NuukListi yvir borgarstjórar í Hvalbiar kommunuIJohan Henrik SchrøterHavnar Kirkja4. februarTrinidad og TobagoMahatma Gandhi282Altjóða arbeiðaradagurÍslendsk WikipediaTalufrælsiTrond Fausa AurvågKaukasusJens Olivur LisbergMarius ZiskaFilipsoyggjarHarry PotterGina LollobrigidaEiðiVarðin PelagicLutetium1881NiðurlondTróndur EnniFíggjarkreppan 2007-2009GrímsfjallHans ZimmerÍrskt málStella ArgusKapitalismaKirkjubøkur1892Nobelvirðislønin í bókmentumÑTommy LeeTaylor SwiftBMIKlaksvíkingur 10-mannafarMagnesiumGeorge Jones7. januarZlatan IbrahimovićTerje Beinar VestergaardOpið innihaldHummariViggo MortensenVaðstelkurFranskt málStokkhólmOyggjar í FøroyumUpprunafólk í Norður- og SuðuramerikaKinaBúskapur FøroyaNorska Løva24. oktoberFøroyarTórshavnar kommunaJonhard MikkelsenBringureyðiÁarsílVladimir Putin1948Føroyskt málQGregorianski kalendarinLondonNorska grundlóginLeksandJemenMaturSimone de Beauvoir🡆 More