Yvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo

Yvirgangsálopið móti redaktiónini á franska tíðarritinum Charlie Hebdo fór fram á middegi hin 7.

januar">7. januar 2015 í Paris, tá ið tveir maskeraðir og vápnaðir menn tvingaðu eina kvinnu til at tasta kotuna ið læt úthurðina til bygningin upp, og so fóru teir inn í hølini hjá Charlie Hebdo, har teir skutu eftir teimum í vóru inni. 12 fólk doyðu og 11 vóru særd. Millum tey deyðu vóru fleiri av teknarunum á blaðnum og ábyrgdarhavandi blaðstjórin. Tveir løgreglumenn vóru eisini millum tey myrðu, annar var lívverji hjá Carb (ábygdarblaðsjóranum), meðan hin av tilvild var uttanfyri bygningin, hesin varð avrættaður við einum skoti í høvdið, meðan hann lá særdur á vegnum. Teir báðir yvirgangsmenninir sluppu til rýmingar, og franska løgreglan jagstraði teir í tvey døgn, til teir vóru funnir og umringaðir í einum bygningi í franska býnum Dammartin-en-Goële, har ið teir høvdu tikið eina kvinnu sum gíðsul. Blaðið Charlie Hebdo er kent fyri at printa satiriskar tekningar av átrúnaðarligum fyrimyndum, eitt nú av profetinum hjá muslimum, Mohammed. Teir báðir ið eru undir illgruna eru víðgongdir muslimar, føddir og uppvaksnir í Fraklandi, við foreldrum ið fluttu til Fraklands úr Algeria.

Yvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo
Løgregla, sjúkrabilar, blaðfólk og onnur síggjast her tætt við bygningin, har ið Charlie Hebdo heldur til, fáir tímar eftir álopið.

Hendingin

Yvirgangsálopið fór fram umleið kl. 11.30 lokala tíð, tá ið tveir vápnaðir menn við Kalashnikov-byrsum noyddu eina kvinnu at tasta kotuna inn, sum kundi lata úthurðina upp til bygningin, har ið redaktiónin var savna á fundi, ímeðan bíðaði ein triði persónur í einum bili uttanfyri. Síðan funnu teir fram til hølini hjá Charlie Hebdo og skutu móti teimum ið vóru har. Fleiri starvsfólk flýddu upp á tekjuna. Onkur av teimum tók uppá video, tá ið teir fóru út aftur úr bygninginum, tað sama gjørdi onkur av grannunum. Í minsta lagi tólv fólk doyðu, og í minsta lagi 11 fólk fingu skaða undir álopinum, harav vóru tveir løgreglumenn, ið vóru skotnir, annar uttanfyri, hin var settur sum lívverji hjá Charb. Sambært Fraklands forseta var talan um eitt yvirgangsálop. Fýra av teimum dripnu vóru teknararnir Cabu, Charb, Tignous og Wolinski. Seinni sama kvøld sum álopið var framt, kom tað fram, at franska løgreglan visti hvørjir teir tríggir álopsmenninir vóru. Sambært fjølmiðlum vóru teir føddir í Fraklandi, men vóru av algeriskum uppruna, talan var um tveir brøður, hvørs tjóðskapur ikki var kendur. Brøðurnir vóru Saïd Kouachi og Chérif Kouachi. Ein triði maður var eisini undir illgruna og var eftirlýstur, men tað er ivasamt um hesin hevur nakað við álopið móti Charlie Hebdo at gera, tí hann segði seg vera staddan í einum skúla, og floksfelagar hansara váttaðu, at hann hevði verið í skúlanum, meðan hendingin fór fram á blaðnum Charlie Hebdo.

Um morgunin hin 9. januar 2015 frættist um tveir persónar við automatvápnum, sum skutu í franska býnum Dammartin-en-Goële, ið liggur umleið 50 km í ein landnyrðin Paris og 12 kilometrar frá Charles De Gaulle flogvøllinum, har tvey flogfør ikki sluppu at lenda orsakað av kreppustøðuni og av tí at har vóru tyrlur í luftini yvir býnum Dammartin-en-Goële. Útsjóndin á teimum báðum monnunum, ið skutu, svaraði til brøðurnir, ið vóru undir illgruna fyri yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo, ið fór fram tveir dagar áðrenn. Yvirgangsmenninir tóku ein gíðla, hildið var at talan var um eina kvinnu, og so stongdu teir seg inni í einari fyritøku í vinnuøkinum í býnum. Fleiri tyrlur frá løgregluni vóru í luftini yvir økin, har ið yvirgangsmenninir hildu til. Løgreglan var í samráðingum við gíslatakarnar.

Samstundis sum fjølmiðlarnir vóru upptknir av gíðslatøkuni norðanfyri Paris, har báðir Kouachi-beiggjarnir vóru, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið móti Charlie Hebdo, fór ein onnur gíðslatøka fram í eystara parti av Paris, har ein afrikanskur yvirgangsmaður, Amedy Coulibaly, ið var undir illgruna fyri at hava dripið ein franskan kvinnuligan politist dagin fyri, hin 8. januar, hevði tikið fleiri fólk sum gíðslar í einum jødiskum kosher handli í Porte de Vincennes. Báðar hendingarnar við gíðslatøkunum høvdu samband hvør við aðra, boðaði tíðindastovan Ritzau frá. Supermarked-gíðslaránarin hótti við at drepa gíðslarnar, um løgreglan fór at storma Kouachi-beiggjarnar. Stutt fyri klokkan 16 føroyska tíð vóru fleiri eksplosiónir í bygninginum, har ið báðir Kouachi-brøðurnir vóru og umleið 15-20 minuttir seinni, vóru eksplosiónir og skot í kosher-handlinum. Fýra gíðslar í kosher-handlinum lótu lív, hinir gíðslarnir vóru bjargaðir. Allir tríggir gíðslaránarnir lótu lív.

Offur

Myrd:

  • Ahmed Merabet, 42, løgreglumaður, myrdur uttanfyri. Officer Merabet was a Muslim.
  • Frédéric Boisseau, 42, bygningarbeiðsmaður hjá Sodexo, varð myrdur í ganginum (the lobby)
  • Franck Brinsolaro, 49, løgreglumaður, var settur sum lívverji hjá Charb
  • Cabu, 76, teknari
  • Elsa Cayat, psykoanalytikari og blaðfólk (columnist)
  • Charb, 47, teknari, blaðfólk og ábyrgdarblaðstjóri á Charlie Hebdo
  • Philippe Honoré, 74, teknari
  • Bernard Maris, 68, økonomur, ritstjóri og blaðfólk
  • Moustapha Ourad, rættlesari
  • Michel Renaud, gestaskribentur
  • Tignous, 57, teknari
  • Georges Wolinski, 80, teknari

Særd:

Mótmælisgongur og reaktiónir

Hendingin er ta blóðugasta hópdrápið, ið er framt á franskari jørð síðan 1989. Seinni um kvøldið savnaðust hópur av fólki úti á gøtunum í Paris og í fleiri øðrum býum, ikki bara í Fraklandi men eisini í øðrum londum, har fólk vístu sína sorg og samkenslu við tey deyðu og tey avvarandi og vístu sín stuðul til talufrælsi. Fleiri høvdu skelti við sum vóru svørt við skriftini "Jeg suis Charlie" ("Eg eri Charlie).

Nógvir statsleiðarar kring allan heimin fordømdu álopið móti Charlie Hebdo.

Úr Føroyum sendi Felagið Føroysk Miðlafólk samkensluskriv til Charlie Hebdo.

Dagin eftir yvirgangsatsóknina móti Charlie Hebdo vóru tað fleiri donsk bløð, ið vístu eins reaktión uppá álopið, eitt nú útkom Jyllandsposten við svartari forsíðu.

Keldur

Wiki FøroysktYvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo 
Wiki Commons logo

Tags:

Yvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo HendinginYvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo Mótmælisgongur og reaktiónirYvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo KeldurYvirgangsálopið Móti Charlie Hebdo20157. januarCharlie HebdoMohammedParis

🔥 Trending searches on Wiki Føroyskt:

Wiki1000Innara-MongoliaNykøbing Mors2022BátasmiðurHTMLSjómílZacharias ZachariassenSMicrosoft WindowsMonakoPetur Martin RasmussenJapanSNGÁtrúnaður í FøroyumFíggjarkreppan 2007-2009BeyoncéStreymnesJUmboðsmannatingið í USABringureyði2. juliTannlæknar í Føroyum8. juni1914LógAngolaÁarsílSenatið í USANýkaledóniaTróndur EnniFøroysk landafrøðiFøroyarKapitalisma27. juniMarius ZiskaSummarmáli1857WikimediaFøroyski tjóðbúninPaulus ápostulKlaksvíkar kommunaT1947SunnudagurFøroyskt (mál)SkaldsøgaMerkiðVákurBúskapurNoreg29. augustNorðurírlandOlsensystkininiEmmelie de ForestÁMoskvaSagnorð1589GMTArábar2821922Lítil valmásiAnna drotningGrímsfjallÍrskt mál🡆 More