Valdemar Poulsen (20.
apríl">20. apríl 1909 í Havn) barberur og rithøvundur. Hann varð føddur í Havn í 1909, sonur Vilhelm S. Poulsen. Valdemar fekk tann lærdóm, sum Havnar skúli tá hevði at bjóða, eitt viðføri, ið ikki mundi røkka langt, dugdi maður sær ikki sjálvur at byggja omaná og víðka sjónarringin. Hetta dugdi Valdemar og heilt frá ungum av las hann nógv, føroyskt eins væl og heimsbókmentir.
Ungur fór hann í handverkaralæru, var eitt skifti niðri í Danmark, kom so heim aftur og setti seg niður sum hárskeri í høvuðsstaðnum. Fyrsta stóra skaldaverk Valdemars er sjónleikurin "Sat sapienti", sum varð framførdur á fyrsta sinni á vári 1958. Heitið er útlendskt, og tað er umhvørvið eisini, leikurin fer fram í. Í 1965 kom annar sjónleikurin "Og tó skínur sólin".
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Valdemar Poulsen, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.