Rex Tillerson (f.
23. mars 1952) er ein amerikanskur politikari, fyrrverandi uttanríkisráðharri í USA. Hann er føddur í Wichita Falls, Texas í 1952. Tillerson er útbúgvin sivilverkfrøðingur og byrjaði at arbeiða hjá Exxon í 1975. Í 1989 byrjaði hann at vinna seg fram í fyritøkuni, og í 2006 bleiv hann so bæði nevndarformaður og forstjóri í Exxon. Ein roynd, sum varð stuðlað av m.a. Rockefeller-familjuni, varð gjørd at skilja hesi bæði størvini at, men uppskotið fekk ikki neyðuga meirilutan, og tískil slapp Tillerson at halda fram í báðum sessunum.
Hann er kristin og giftur við Rendu St. Clair, og tey hava fýra børn saman.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Rex Tillerson, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.