Georg eystan Á úr Sumba (føddur 1960, deyður 29.
mai">29. mai 2022 í Keypmannahavn) var tónleikari, tónasmiður, sangskrivari og sangari. Hann var virkin í føroyskum tónleikalívið, serliga í 1980'unum, tá hann gav út fleiri kassettubond og LP'ir. Hann gav út tvey kassettubond í 1986 og 1988 undir egnum navni, á tí seinna Intro er sangurin Sasa sa, sa, sum var eitt hitt tá og aftur seinni, tá føroyski tónleikabólkurin The Dreams gav út sangin í nýggjari versjón. Georg gav út tvey kassettubond saman við Tommy, teir kallaðu seg Georg & Tommy. Nevnast kann t.d. sangurin Fjallarósan, sum var umsett úr norskum (Alperosen), sum varð givin út á bandinum Várlongsul. Tann sangurin var ofta at hoyra í Útvarpi Føroya eitt nú í Kvøðuljómum, sum vóru sendir hvønn sunnudag og hvønn mikudag fyri sjófólk. Sangurin "Brævið" var eisini nógv at hoyra. Á seinna kassettubandinum hjá Georg og Tommy var eitt nú sangurin Oh Maria, sum eisini var nógv at hoyra í útvarpinum.
Georg búði nøkur ár í Íslandi, har hann var sera virkin og vælumtóktur. Hann var forsangari í tónleikabólkinum Vikingabandið. Íslendska sjónvarpið hevði samrøðu við hann, og hann framførdi í einari sending hjá teimum.
Tá Sumbiar Ítróttarfelag (Sumba) í 1990 gjørdist nummar tvey í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini hjá monnum og fluttu upp í bestu deildini, góvu sumbingar út eitt kassettuband, sum Georg eystan Á stóð fyri. Fleiri av sangunum gjørdust sera vælumtóktir og vóru nógv at hoyra, og tey flestu munnu enn kenna sangin, sum nevndist Hypnosan, har niðurlagið ljóðaði soleiðis: "Sunnast í Føroyum í ein útsynning, búleikast sumbingar um fjørðin kring. Her býr eitt mergjað fólkaslag, í ítrótti sýna okur tað." Onkur yrking hjá Poul F. Joensen var eisini við á bandinum, t.d. Kvæðið um Hargabrøður.
Georg fekk COVID-19 og gjørdist illa sjúkur á vetri 2021/22. Hann bleiv innlagdur á koronudeildini á Landssjúkrahúsinum og luttók í sending, ið Kringvarpið gjørdi um koronudeildina og sjúklingarnar har. Hann bleiv útskrivaður og tók stig til at skipa fyri innsavning til flóttafólk úr Ukraina. Á várið 2022 bleiv hann aftur illa sjúkur og bleiv innlagdur á Ríkissjúkrahúsið, har hann seinni andaðist 29. mai 2022, bert 61 ára gamal.
This article uses material from the Wikipedia Føroyskt article Georg eystan Á, which is released under the Creative Commons Attribution-ShareAlike 3.0 license ("CC BY-SA 3.0"); additional terms may apply (view authors). Innihaldið er tøkt undir CC BY-SA 4.0 um ikki annað verður viðmerkt. Images, videos and audio are available under their respective licenses.
®Wikipedia is a registered trademark of the Wiki Foundation, Inc. Wiki Føroyskt (DUHOCTRUNGQUOC.VN) is an independent company and has no affiliation with Wiki Foundation.